Eitt ódnartak hjá sumbingum

Sumbingar byggja skúlan út og teir leggja nógv á fyri at fáa ein góðan skúla

Skúlabygging

Fríggjadagin var stórhending í søguni hjá Sumbiar Kommunu.
Tá var reisigildi fyri nýggja skúlanum, sum kommunan nú byggir uppí tann gamla skúlan.
Men teir byggja ikki bara nýggjan skúla, tí tá ið hann er liðugur, at skal gamli skúlin eisini takast í botn og gerast ístand.
Tað er sanniliga ikki á hvørjum ári, at so stórur bygningur verður reistur í Sumbiar Kommunu.
Men borgarstjórin, Jacob Poulsen, sigur, at tað var neyðugt at byggja skúlan út nú.
?Skúlin varð bygdur í 1965 og síðani er onki gjørt við hann.
Hann sigur, at sostatt lýkur skúlin als ikki tey krøv, sum verða sett til skúlahøli nú á døgum. Hann nevnir, at har eru ongar serstovur í skúlanum, sum nú eiga at vera í einum skúla.
Tí var neyðugt at byggja skúlan út nú.
Og nú sumbingar fara undir at byggja skúlan út, leggja teir nógv fyri.
? Gamli skúlin er 369 fermetrar stórur og tað, sum nú verður bygt uppí, er 416 fermetrar og sostatt verður skúlin meiri enn tvær ferðir so stórur, tá ið útbyggingin er liðug.
Tá ið nýggi bygningurin er liðugur, verða øll børnini flutt yvir har at ganga í skúla ímeðan gamli skúlin verður gjørdur ístand.
Jacob Poulsen sigur, at gamli skúlin verður tikin í botn. Alt skal skræðast niður innan og byggjast av nýggjum.
Hann sigur, at alt arbeiðið verður liðugt í september ella oktober næsta ár.
Nýggi bygninginum er í trimum hæddum. Í kjallaranum er eitt rúm til evning og eitt rúm til træ- og jarnsmíð og tvey goymslurúm. Í miðhæddini er felagsrúm og skúlastova í einum, umframt køkur og bókasavn. Í ovastu hædd er eitt bólkarúm og samanbinding við gamla skúlan.
Gamli skúlin er í tveimum hæddum. Í niðaru hæddini verður ein skúlastova, wc og wc til rørslutarnað, forhøll, gangur, skrivstova og lærararúm.
Í ovaru hæddini verður ein skúlastova, eitt høli, sum er skúlastova og høli til serundirvísing og haðani er eisini gangandi yvir í nýggja skúlan.
Jacob Poulsen sigur, at eitt, sum tey hava havt fortreð av, er, at ongar neyðtrappur hava verið í gamla skúlanum. Men nú hann verður bygdur út og um, verða tvær neyðtrappur gjørdar.

Vilja hava framhaldsdeild
Jacob Poulsen sigur, at børnini ganga í skúla í Sumba sjey tey fyrstu árini, men fara síðani í framhaldsdeild í Vági.
Men tá ið skúlin í Sumba verður liðugur, ætlar kommunan at fáa hann góðkendan til framhaldsdeildina eisini so at børnini kunnu ganga í skúla í Sumba øll 10 árini.
Eini 28-30 børn úr Sumba ganga í framhaldsdeild í Vági og borgarstjórin sigur, at kunnu tey blíva verða verandi í Sumba, hevði tað spart kommununi einar 400.000 krónur í útreiðslum.
Í løtuni eru útvið 30 skúlabørn í Sumba.Talið er minkað nakað seinastu árini, men nú er minkingin steðgað aftur.
Ein annars skúli er í kommununi. Tað er skúlin á Leiti og vit hava spurt borgarstjóran, hvussu verður við honum, nú nýggjur skúli er bygdur í Sumba og bergholið til bygdina er komið.
Hann sigur, at bygdarráðið hevur ongar ætlanir við skúlanum á Leiti.
Men spurningurin er um hann ikki avtoftar seg sjálvan. Jacob Poulsen sigur, at í ár eru bara trý skúlabørn á Leiti og næsta ár verður bara eitt.

Øll fíggjarorkan
Tað fer at kosta Sumbiar Kommunu einar 10 milliónir at byggja skúlan út, so tað er eitt ódnartak hjá eini so lítlari kommunu.
Jacob Poulsen sigur, at skattainntøkan hjá kommununi er mett til 7,9 milliónir, men hon fer at verða minni enn tað tí arbeiðið í syðru helvt í Suðuroynni er rættiliga nógv minkað í ár, afturímóti tí, tað hevur verið.
Sostatt fer nýggi skúlin við allari fíggjarorkuni hjá kommununi í eini trý ár, tí ætlanin er ikki at taka lán til arbeiðið.
Men tá ið arbeiðið er liðugt, hava sumbingar eisini fingið ein skúla, sum átti at nøkta tørvin langt inn í framtíðina.
?Krøvini til skúlan veksa alsamt. Antin eru vit við, ella snara vit lykilin, segði Arnfinnur Bjarkhamar, fyrstilærari í reisigildinum fríggjadagin.
Hann segði, at tíbetur hevði Sumbiar Kommuna gjørt av at vera við og hann helt, at nýggi skúlin er ein bygging eini 30-30 ár fram í tíðina.
Tað eru arkitektarnir Albert Isfeld og Gudmund S. Hansen, sum hava teknað skúlan. Jóanes við Ósagarð hevur gjørt jørð, betong og kloakarbeiði og A/Ó Byggifrøði á Tvøroyri hevur smíðað.