Tað man vera mangur smádrongur, sum hevur havt eitt ynski um at blíva flogskipari. Soleiðis var tað eisini fyri teir báðar flogskipararnar, Terja Jacobsen og Villads Bøgesvang, sum báðir hava droymt at blíva flogskipari frá barnsbeini av. Men tað skal meira enn bara ein barnadreymur til. Tað krevur veruliga, at tú hevur eitt brennandi ynski um at røkka málinum, tí útbúgving er strævin og kostnaðarmikil. Men barnadreymurin er gingin út fyri teir báðar flogskipararnar.
HENDAN DAGIN vit eru við tyrluni, er nógv ferðafólk við norðureftir. Øll skulu tey til útoyggjarnar, Fugloy og Svínoy. Tyrlan er stúgvandi full av fólki, og ein kemur at hugsa, um ikki hetta er eitt stressandi tíðarskeið hjá flogskiparunum nú tað stundar til jólar. Men soleiðis er ikki.
- Tað er eitt sindur fleiri ferðafólk við nú til jólar enn vanligt, men hetta er lágárstíð viðvíkjandi tyrluflúgving. Tað eru nógv fleiri ferðafólk um summarið, sigur Terji Jacobsen.
Men tað er eitt sindur meira av farmi at flyta, nú Súlan ikki siglur út til Mykinesar, leggur Terji aftrat.
Um summarið kemur tað ofta fyri, at teir verða noyddir at gera eykatúrar. Men nú hesa tíðina plaga teir at kunna nøkta tørvin við verðandi ferðaætlan, sum umfatar tríggjar dagar um vikuna. Men farmurin er heilt ein annar nú tað nærkast jólum. Eftir at hava flogið krov og annað í samband við, at heystfjøllini eru gingin, er farmurin broyttur til jólapakkar og annað, sum kann setast í samband við jólini. Eisini ferðafólkini eru øðrvísi nú, fólkini eru fínari nú enn vanligt og hýrurin er betri enn vanligt á fólki.
AT TAÐ KREVUR sín mann at verða flogskipari, er lítið at ivast í, og báðir flenna játtandi, tá ið teir verða spurdir um ein krevur at vera av einum serligum slagið fyri at kunna gerast tyrluflogskipari. Ja, ein má vera ørur bara at fara undir eina tílíka útbúgving, halda teir við. Fyri tað fyrsta er útbúgvingin sera kostnaðarmikil, og ein má sjálvur gjalda fyri útbúgvingina. Bara hetta man fáa tey flestu at falla frá longu nú, umframt at útbúgvingin er torfør at koma ígjøgnum, sjálvt um hon ?bara tekur 2 ár?.
Eisini mugu tyrluflogskipararnir hjá Atlantic Airways eftirútbúgva seg allatíðina, sum teir sjálvir kalla fyri heimsins bestu eftirútbúgving. Teir meta nevniliga, at onga aðrastaðni í heiminum verða tyrluflogskiparar hildnir so væl ?up to date? sum her í Føroyum.
Sjálvt arbeiði er eisini slítandi. Umframt at flúgva ferðafólk, eru eisini aðrar uppgávir. Tað kunnu vera uppgávur, har tyrlan verður leigað til at flyta eitthvørt út á tær smáu oyggjarnar, men tað sum er mest slítandi er uttan iva sjúkraflutningurin. Har kunnu verða løtur sum ikki altíð eru so tespiligar. Men tíbetur kunnu løtur sum at flúgva í so góðum veðri sum hendan dagin, vit vóru við, javnviga við tær minni góðu løturnar.
- Ein sær annaðleiðis uppá á lívið eftir at hava upplivað løtur tá ið tað hevur leikað hart á, eru teir báðir samdir um.
- Eisini krevur tað nógv og gott tol og ikki minst góðan stuðul frá familjuni, tí tað munnu verða fáir sjómenn sum eru so lítið heima við hús sum vit eru, siga teir.
TEIR FÝRA tyrluflogskipararnir, sum eru knýttir at tyrludeildini, ganga á vakt tríggjar dagar og hava síðan tríggjar dagar frí. Á vaktini búgva teir í Sørvági, har Atlantsflog leigar eitt hús til teir. Tað krevst, at teir eru tøkir alt samdøgnið og eru búgvandi so nær við tyrlupallin sum møguligt, fyri at kunna rykkja út so skjótt sum gjørligt, um tað er neyðugt.
Uppgávubýtið er greitt, tá ið teir ganga á vakt. Teir dagar tá ið flogið verður eftir ferðaætlani er tað uppgávan hjá stýrimanninum at kanna, hvussu veðrið er og ferðafólkalistan, meðan skiparin kannar tyrluna eftir at mekanikarnir hava hugt eftir henni.
Terji sigur, at teir fylgja gjølla við veðrinum gjøgnum dagin. Stýrimaðurin hevur altíð samband við plássini, har teir skulu til, áðrenn farið verður, fyri at tryggja, at líkindini eru í lagi.
- Tað skal helst verða so behagiligt hjá ferðafólkunum sum møguligt, men sjálvt um tað eru fáir dagar, har tað ikki verður flogið, so leggja vit ikki nógv fyri. Tað eru greiðar reglar fyri, hvussu líkindi skulu verða fyri at kunna flúgva. Til dømis verður ikki flogið ferðafólkaflúgving í mjørka, greiðir Terji frá.
Annars eru uppgávurnar ójavnar teir dagar, tá tað ikki verður flogið eftir ferðaætlani. Tað eru nógv sum munnu hava notið væl av tyrluni, sum eitt sera hent amboð, tá ið okkurt skal flytast niðan í fjøllini ella til aðrar líknandi uppgávur.
Venjingar eru eisini ein fastur partur í arbeiðsgongdini hjá tyrluflogskiparanum. Tað kann verða venjing í náttarflúgving so væl sum um dagin. Terji leggur áherðslu á, at teir arbeiða væl saman, bæði flogskipararnir og hini starvsfólkini á tyrludeildini. Hann samanber teir við eitthvørt ítróttarlið. Meir teir venja, betri blíva teir.
BÆÐI TERJI og Villads skulu hava vakt á jólum, so jólini verða hildin vesturi í Vágum í ár. Tað er kanska óhugaligt at hugsa sær at arbeiða á jólum, og teir kunnu skjótt fáa ein leiklut, har teir skulu hjálpa øðrum á jólum. Terji minnist serliga eina hending fyri nøkrum árum síðani. Familjan, sum búði úti í Stóru Dímun, slapp ikki út vegna veður.
- Vit høvdu roynt í tveir dagar, men einki bar til, men so triðja dagin, sjálvan jólaaftan bar endiliga til, og familjan kundi verða heima og halda jól. Tað var nakað serligt at kunna fáa tey heim til jólar, tí eg haldi, at øll vilja sleppa at halda jól heima hjá sær sjálvum, sigur Terji.









