15 ára gamla Adriana Diaz úr Puerto Rico er ein ungur borðtennisspælari, sum vit koma at hoyra nógv til tey komandi árini.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj Adrianu Diaz gera eitt borðtennisslag, sum neyvan hevur sæð sín líka. Hetta slagið, sum gongur sína sigursferð á YouTube gjørdi Adriana Diaz í einum dysti millum Team Latin America móti Team Asia, har japanska Maki Shiomi var mótstøðukvinnan, sum fekk av at vita í hesum dystinum.