Hjá mongum dønum eru jólini eru týdningarmikil høgtíð, sum ein endi av árinum.
Hetta hongur saman við mongum ymiskum viðurskiftum - tey andaligu hjá nógvum, og hjá øðrum fleiri siðir sum venda sær aðrar vegir.
Ein av mongu siðunum á jólum eru jólaborðhaldini ella jólafrokostarnir, sum onkur nevnir tað. Hesi borðhald verða hildin í mongum ymiskum støðum og samanhangum.
Mangastaðni verða tey hildin saman við starvsfelagunum, men eisini í feløgum, fyritøkum, stovnum og í vinaløgum hittast fólk til jólaborðhald.
Siður er, at eitt jólaborðhald skal verða merkt av góðum mati, sum als ikki hoyrir heima í matarskránni undir økinum “feitt-fátækur” kostur. Og siðurin sigur eisini, at nóg mikið skal vera av drykkivørum at skola matin niður við.
Jólaborðhaldini hava á mangan hátt fingið ein rættiliga sosialan týdning, tí hesi vísa seg eisini at broyta atferðina hjá fólki. Nógv verður sagt og gjørt sum ein ikki hevði gjørt í hinum 364 døgunum í árinum.
Mandlugreytur
Tá talan er um jólaborðhald í familjunum er hinvegin talan um eitt heilt annað slag av tiltaki. Hjá mongum eru ávísir siðir knýttir at jólaborðhaldinum, annaðhvørt tað verður hildið fyri jól, á jólum ella millum jóla og nýggjárs.
Tað finnast eisini tær familjurnar og onnur sum taka avgerð um at halda jólaborðhaldið aðrar tíðir enn í desember mánaði. Og her á landi eru eisini dømi um, at arbeiðspláss heldur leggja ein summartúr til rættis fyri bæði starvsfólki og familjum teirra.
Ein siður, sum verður brúktur ymsastaðni er sonevnda pakka-spælið. Her kemur hvør einstakur við einum pakka, og so eru ymiskir mátar at fáa hesar býttar runt til tey ymisku.
Hetta kann verða gjørt við terninga-spæli ella við at allir pakkarnir verða blandaðir saman í stórum posa, áðrenn teir verða býttir út aftur.
Aftaná koma kaffið og kakurnar á borðið. Hóast væl er etið frammanundan av vælskipaða jólaborðinum, er altíð pláss fyri einum kaffimunni og onkrum góðum afturvið. Mandlu-greyturin og tilhoyrandi mandla hoyrir sjálvandi eisini við til henda partin.
Matarskráin til jólaborðhaldini kann vera rættiliga ymisk, alt eftir hvørjum landi ein er í. Sumt av tí skal snøgt sagt bara vera har.
Í Danmark kann ein neyvan ímynda sær eitt slíkt borðhald uttan sild, frikadellur, medistarapylsu og fleskasteik, og so líðandi er hetta eisini vorðin partur av okkara borðhaldum
Øll eru eitt
Nær føroyingar eru farnir at savnast við jólaborðhald er neyvan gamal siður. Í Danmark verður í øllum førum sagt, at hetta vant av álvara uppá seg undan og undir seinna heimsbardaga.
Tá byrjaðu nevniliga privat og almenn arbeiðspláss at skipa fyri jólaborðhaldum, sum oftast vórðu hildin í matstovuni á arbeiðsplássinum. Í 50’unum var hetta helst vorðin til fasta skipan.
Í bókini “Dagligliv i Danmark i vor tid” vísir rithøvundurin Anne-Lise Walsted á, at summar danskar fyritøkur vóru rættiliga skjótar við at skipa fyri jólaborðhaldum. Hon skrivar soleiðis:
“Firmaer med sans for at skabe et godt klima har altid sørget for en årlig skovtur, julegratialer og middag for personalet, når virksomheden havde jubilæum. Når man gik hjem juleaftensdag kl. 12, kunne der ønskes en god jul over en glas sherry. Eller måske havde man endda gjort den sidste fælles frokost, altså lillejuleaftensdag, lidt festlig ved at købe smørrebrød i en forretning. Der har været lige så mange forskellige traditioner, som der har været firmaer".
Í 1965 skrivar danska blaðið Information at henda nýggja jólasiðin, og tekur greinskrivarin til, at hetta er ein veitsla “hvor elementer som hierarki og social status ophæves”.
Betri bleiv tað ikki í 1976, tá danski skemtifilmurin “Julefrokosten” varð vístur á fyrsta sinni. Ein annar filmur við sama heiti kom fram í fjør.
GERSOVÆL
Alt er gjørt til reiðar. Nú er bara at koma til borð, nú dekkað er til jólaborðhald