Eitt av best kendu ítróttarfólkum í søguni er deytt

Nevaleikarin, Muhammed Ali, er deyður 74 ára gamal

Ein av mest legendarisku nevaleikarum í søguni, Muhammed Ali, er deyður í nátt, 74 ára gamal.

 

Hann doyði á sjúkrahúsi í Phoenix í USA, har hann hevur verið innlagdur síðani hósdagin við trupulleikum við andadráttinum. 

Hann verður jarðaður í heimbýnum, Louisville í Kentucky

Hann hevur eisini havt Parkinson í fleiri ár.

  

Hann var føddur Cassius Marcellus Clay og er ein av heimsins kendastu nevaleikarum. Men hann var eisini kendur fyri at vera hittinorðaður og opinskáraður.

 

Hann er fleiri ferðir valdi sum størsta ítróttarnavn nakrantíð, og umframt at vera góður nevaleikari og hittinorðaður, er hann eisini kendur fyri at nokta at fara upp í amerikanska herin og at verða sendur til Vjetnam.

 

Eg skal ikki í kríggj fyri máttmikla USA, og sendast til Vjetman at skjóta fátæk fólk. Tey eru ikki mín fíggindi og tey hava aldrin kallað meg "nigger".

 

Hann fekk trý ára bann fyri at dystast í nevaleiki fyri at nokta at fara upp í herin.

 

Hann var heimsmeistari tríggjar ferðir og er ikki minst kendur fyri dystir sínar ímóti Joe Frazier, George Foremann.

 

Trýst á pílin so síggj brot úr nøkrum at hansara bestu dystum