Eitraði njósnarin deyður

Tann 43 ára gamli russarin Alexander Livinenko doyði í gjárkvøldið á sjúkrahúsi í London, eftir at hann var vorðin eitraður.

-Hasi svínini gjørdu av við meg, segði Alexander Livinenko í samrøðu við vi9nmannin Andrej Nekrasov, og sum verða endurgivin í bretska blaðnum The Times í dag.

Tann 43 ára gamli fyrrverandi KGB-maðurin varð lagdur inn á eitt lítið sjúkrahús í London tann 1. november, og sjúkueyðkennini bendu á, at hann var vorðin eitraður. Tann 17. bleiv hann fluttur til University College Hospital. Læknarnir har fingu beinan vegin illgruna um, at Alexander Livinenko var eitraður við tungevninum tallium, men teirri metingini sleptu teir kortini seinni.

-Læknarnir gjørdu alt fyri at bjarga lívi hansara, men tað eydnaðist tíverri ikki, segði talsmaðurin hjá sjúkrahúsinum í gjárkvøldið.

Alexander Livinenko fanst fleiri ferðir at russiska forsetanum, Vladimir Putin, og nú hann legðist sjúkur, var hann í ferð við at kanna, hvør gav boð um at myrða tíðindakvinnuna Onnu Politkovskaja fyri hálvum øðrum mánað síðani.

Oleg Gordievskij, sum er fyrrverandi yvirmaður í KGB, og sum hevur búð í Bretlandi síðani miðskeiðis í áttatiárunum, sigur, at hann er ikki ovfarin av tí, sum hendi Livinenko, og hann ivast ikki í, at tað var russiska trygdartænastan, sum beindi fyri honum.

-Teir hava koyrt eitt sera vandamikið eitur í teið, sum hann drakk, og hetta var eitt gott dømi um, hvussu KGB beinir fyri sínum fíggindum, sigur Oleg Gordievskij við The Times.

Nakrar tímar áðrenn Alexander Livinenko gjørdist sjúkur, hevði hann drukkið te saman við tveimum russarum á einum hotelli í miðbýnum í London. Haðani fór hann á eina matstovu at hitta ein italskan granskara.


Fanst at Putin

Alexander Livinenko flýddi úr Russlandi og fekk politiskt friðskjól í Bretlandi, eftir at hann hevði lagt russisku trygdartænastuna FSB undir at hava lagt ætlanir um at beina fyri russiska vinnulívsmanninum Boris Berezovskij. Livinenko vildi eisini vera við, at Kreml hevði skipað fyri yvirgangi í Moskva, men givið kekenum skyldina.

Vladimir Putin, forseti, var staddur í Helsingfors á fundi millum ES og Russland, tá deyðsboðini av Alexander Livinenko komu. Talsmaðurin hjá Putin segði, at talan var um eina menniskjaliga vanlukku.

-Ein maður er vorðin eitraður, men skuldsetingarnar ímóti Kreml eru so ótrúligar og ófatiligar, at forsetin kann ikki gera viðmerkingar til tær, segði talsmaðurin hjá Putin.