Eisini Ronald svíkur Gamla Sjálvstýri

Tað hevur gingið illa í hond hjá Gamla Sjálvstýrinum sein­­astu árini. Eftir at flokk­ur­in fekk tveir Kár­ar vald­ar á ting við næst­­sein­asta løg­tings­val, sum var í 2008, so eru nógv­ir týð­andi lim­ir farn­ir úr flokk­i­num, sum hev­ur sum sið­venju, at numm­ar eitt á list­a­num til komm­un­u­val­ið í Havn við vissu rýmir í ann­an flokk.

Tað seinasta nýggja er, at Ron­ald F. Poulsen, sum hevur um­boð­að Sjálv­stýrisflokkin í Tórs­havnar býráð í meira enn 16 ár, nú still­ar upp fyri Sam­bands­flokk­in. Síggja vit burt­ur frá Heina Ol­sen, sum eitt skifti í 1973 um­boð­aði Sjálv­stýr­is­flokk­in í bý­ráð­num í Havn, so hev­ur eing­in ann­ar nú­liv­andi per­són­ur um­boð­að flokk­in í bý­ráð­num, síðani Ron­ald F. Poulsen tók við sæt­i­num, tá Ebbe Mortensen doyði í 1980.

Á seinasta býráðsvalið í Havn fekk flokk­ur­in 539 at­kvøð­ur. Av teim­um fekk Sigrun Mohr tær 314. Men hon er á list­a­num hjá Javn­að­ar­flokk­i­num hes­a­ferð. Heð­in D. Poul­sen, sum var næst­ur við 175 at­kvøð­um tyk­ist eis­ini vera rýmd­ur úr flokk­i­num. Hini bæði á listanum fingu til­sam­ans 42 atkvøður.
Fyrrverandi formaðurin Sám­al Pet­ur í Grund er farin til Fram­sókn, og fyrrverandi for­kvinnan Helena Dam á Neyst­abø ­er farin til Javn­að­ar­flokk­in.

Meðan flokkurin tykist liggja væl fyri í Klaksvík við var­a­borg­ar­stjór­a­num, so eru út­lit­ini fyri at fáa umboð valt í Havn verri enn á teimum trim­um seinastu valunum, har flokk­ur­in ikki megnaði at koma upp um gáttina sum er 7,7 prosent ella 786 at­kvøð­ur við sein­asta val. Á løg­tings­val­i­num í fjør fekk flokk­ur­in 3,6% av at­kvøð­u­num í Havn.

Sjálvstýrisflokkurin hev­ur í øll­um før­um skapt ta sið­venju, at tann, sum fær flest­ar at­kvøð­ur á Sjálv­stýr­is­list­a­num í Havn rýmir til ann­an flokk:

– Í 2008 fekk Sigrun Mohr flest­­ar atkvøður, 314. Hon rýmdi til Javnaðarflokkin.

– Í 2004 fekk Ingeborg Godt­fred flestar atkvøður, 204. Hon rýmdi til Tjóðveldi

– Í 2000 fekk Ronald F. Poul­sen flest­ar at­kvøð­ur, 121. Og hann rýmdi til Sam­bands­flokk­in.