Eisini onkur suðuroyingur vendi tummulin niður

Johan Dahl hevði ikki fulla undirtøku í sínum egna valdømi, tá ið hann stillaði upp til formansvalið í Sambandsflokkinum. Eg atkvøddi fyri Kaj Leo, váttar næstformaðurin í Suðuroyar Sambandsfelag

Sambandsflokkurin
 
 - Eg lovaði ongantíð lovað at atkvøða fyri Johan Dahl sum nýggjum formanni í sambandsflokkinum
Tað váttar Marjun Olsen á Tvøroyri.
Hon er næstformaður í Suðuroyar Sambandsfelag.
Og hon váttar samstundis, at hon atkvøddi heldur ikki fyri Johan Dahl, men fyri Kaj Leo Johannesen.
Sostatt váttar hon, at táið Johan Dahl stillaði upp til formansvalið í Sambandsflokkinum, hevði hann heldur ikki allar suðuroyingarnar aftanfyri seg.
Marjun Olsen sigur, at nevndin í Suðuroyar Sambandsfelag visti alla tíðina av, at hon stuðlaði ikki Johan Dahl.
- Tað gjørdi eg púra greitt frammanundan, so tað vistu øll av, leggur hon afturat.
Hon sigur, at hon tvíhelt um, at hon hevði rætt at atkvøða eftir bestu sannføring.
- Tað einasta, eg boygdi meg fyri, var, at Suðuroyar Sambandsfelag skeyt Johan Dahl upp sum formann. Eg boygdi meg fyri meirilutanum og skrivaði undir, at Suðuroyar Sambandsfelag stillaði hann upp, men eg lovaði ongantíð at atkvøða fyri Johan Dahl.
- Eg helt, at vildi Johan Dahl royna seg sum formansvalevni, haldi eg, at hann skal fáa loyvi til tað, tí tað er ein ærlig sak. Men tað merkir ikki, at eg lovaði honum mína atkvøðu.
 
Hugsaði um flokkin
Marjun Olsen sigur, at tá ið hon atkvøddi um,  hvør skuldi vera formaður, gjørdi hon, sum hon helt var best fyri flokkin.
- Eg hugsað eisini um støðuna, ið flokkurin kom í, tá ið Johan Dahl var landsstýrismaður, tí tað støðu vil eg ikki, at flokkurin skal koma í aftur.
Nú bleiv ongin sak burturúr teimum skuldsetingum, sum tá vórðu førdar fram. Merkir tað ikki, at Johan Dahl er reinsaður fyri skuldsetingarnar og er tað rímiligt, at tað kemur honum aftur um brekkur nú, at hann fær skuldsetingar omanyvir seg, sum síðani onki hendir við? 
- Tað eigur tað helst ikki. Men tað er ikki altíð ein spurningur um, hvat hald er í slíkum skuldsetingunum. Bara tað, at skuldsetingar verða settar fram, skapar órógv og tað noyðast vit at hugsa um, antin tað so er rímiligt ella ikki.
Av tí sama heldur Marjun Olsen ikki, at Johan Dahl hevur tað neyðugu savnandi kraftina, sum krevur av einum formanni.
Annars eru tað fleiri, sum seta spurnartekin við, um Suðuroyar Sambandsfelag hevur gjørt sítt heimaarbeiði til lítar.
Tað hevur verið ført fram at tað vóru Suðuroyar Sambandsfelag, sum stillaði Johan Dahl upp, saman við feløgunum í Norðoyggjum, Eysturoy og í Norðstreymoy.
- Tað er ikki rætt, sigur Marjun Olsen.
- Tað vóru ikki fýra feløg, sum stillaði Johan Dahl upp men tvey feløg og so so tveir einstaklingar afturat. Veruleikin er, at tað vóru Suðuroyar Sambandsfelag og Norðstreymoyar Sambandsfelag, sum stillaði Johan Dahl upp, saman við einum limi úr Eysturoyar Sambandsfelag og einum limi úr Norðoya Sambandsfelag. Tað vóru sostatt ikki Eysturoyar og Norðoya Sambandsfelag, ið stóðu aftanfyri Johan Dahl sum feløg, sigur Marjun Olsen.
Tí ivast hon eisini í um tað er rætt, at Johan Dahl hevur tryggjað sær so stóra undirtøku, sum sagt verður. 
 
Læt atkvøðuna frá sær
Umframt at verða næstformaður í Suðuroyar Sambandsfelag, er Marjun Olsen eisini limur í starvsnevndini hjá Sambandsflokkinum.
Og tá ið atkvøðast skuldi um formannin, læt hon atkvøðuna sum næstformaður í Suðuroyar Sambandsfelag frá sær og atkvøddi einans sum limur í starvsnevndini.
Hon ásannar, at hetta kann merkja flokkin á næsta vali, men hon ivast í tí.
- Sambandsflokkurin stendur og fellur ikki við einum einstaklingi, leggur hon afturat.