Kári P. Højgaard, løgtingsmaður Stjálvsstýrisfloksins, heldur, at atkvøður Tjóðveldisflokkurin fyri einum misáliti á Jørgen Niclasen, hevur hann samstundis atkvøtt fyri einum misáliti á løgmann. Soleiðis metir Kári Høgaaard politisku støðuna.
Hann dugir ikki at síggja annað enn, at løgmaður hevur sett málið so greitt upp, at har er einki at misskilja, sigur sjálvstyrismaðurin.
?Tann, sum atkvøður í móti Jørgeni Niclasen, hevur samstundis vrakað arbeiðið hjá løgmanni. Og tað tolir samgongan ikki, er Kári P. Højgaard, tingmaður Sjálvsstýrisfloksins sannførdur um.
Sjálvur ætlar hann at atkvøða blankt í tingsalinum, segði hann við Sosialin fyrrapartin týsdagin.










