Eirikur í bestu donsku deildini

Ungur fyrrverandi kyndlamaður er við at gera vart við seg í donskum hondbólti, har hann í gjárkvøldið á fyrsta sinni var við á besta liðnum hjá Viborg HK

Í gjárkvøldið var 18 ára gamli Eirikur Simonsen úr Havn á fyrsta sinni við á besta liðnum hjá Viborg HK, sum spælir í bestu donsku deildini. Eirikur slapp ikki á vøllin, men hann var við á bonkinum og má hetta sigast at vera tíðliga at sleppa at snúsa til besta liðið og boðar frá góðum í framtíðini.

Sat á beinkinum
Eirikur Simonsen hevur áður spælt við Kyndli, men hevði ikki rokkið besta liðnum áðrenn hann sum 16 ára gamal fór at ganga á college í Viborg. Í løtuni tekur hann HHX-miðnámsútbúgving á Viborg Handelsgymnasium.
Eirikur hevur verið fastur fúsur í bakketuni hjá U18-liðnum hjá Viborg HK, og nú hevur altso íslendski venjarin á besta liðnum, Oskar Bjarni Oskarsson, valt at givið Eiriki møguleikan at royna seg ímillum teir bestu.
Hann hevur vant við teimum, og nú er altso líkt til, at hann er við at gera seg galdandi.

Taptu dystin
Eirikur og liðfelagar hansara spældu hóskvøldið eina tætta granna­uppgerð ímóti Skive FH, sum undan dystinum lá á aftasta plássi av teimum 14 liðunum, með­an Viborg HK var á 11. plássi.
Tað gekk eftir ætlan frá byrjan hjá Viborg HK, sum eisini sleppa til hálvleiks á odda 11-10, men ímóti dystarenda streyk Skive FH av­stað og vann dystin 25-23.
Tað merkir, at Skive FH nú hevur yvirhálað Viborg HK og er á 10. plássi. Viborg HK er framvegis á 11. plássi, men er í stórum vanda fyri at verða yvirhálað av teimum trimum liðunum aftanfyri, sum eru jøvn og eitt stig aftanfyri, somu­leiðis sum tey hava spælt ein dyst færri.