Heimamissiónin er í løtuni í ferð við at útbyggja leguhúsið í Nesvík og 1. byggistig er komið væl ávegis. 1. byggistig er ein nýggj høll.
Sum vanligt, tá trúarsamfeløg byggja leguhús og samkomubygningar, eru tað sjálvbodnar gávur, ið eru fíggjarliga grundarlagið.
Heimamissiónin metir, at 3,4 milliónir krónur mugu samlast inn fyri at fullføra 1. byggistig, og um øll verkætlanin skal gerast veruleiki, mugu 15,4 milliónir krónur fáast til vega.
Tá munar tað væl, at ein einstaklingur í farna mánaði gav leguhúsinum eina gávu á eina millión krónur. Hetta ger, at helvtin av neyðuga peninginum fyri fyrsta byggistig nú er fingin til vega.
Tó at stóru gávurnar gera stóran mun og eru kærkomnar, so eru tað tær føstu gávurnar, sum veruliga leggja grundarlagið.
Til byggingina í Nesvík eru 183 fastir gevarar, sum nú geva tilsamans stívliga 58.000 krónur um mánaðin. Heimamissiónin skrivar, at tað er upphæddin frá føstu gevarunum, sum verður avgerandi, fyri um øll verkætlanin verður veruleiki ella um einans 1. byggistig verður fullført nú.
Umframt innsavnaða peningin hevur Heimamissiónin í mong ár avsett pening til útbygging av leguhúsinum og vera teir nú nýttir til hesa verkætlanina.