Hvat var fyri góðum 10 árum síðani?
Fyri gott og væl 10 árum síðani stóðu føroysku flakavirkini, sum flest teirra tá vóru einskild, so tað forslær, í einum 700 til 800 mió. kr. Sum vera man so megnaðu tey ikki at forrenta hesa risabyrðu, og úrslitið kenna vit øll - samlaða føroyska flakavinnan fór á heysin.
Endurreisingin av fiskavirkjunum førdi eisini mikið politisk rumbul við sær m.a. tað, at Fólkaflokkurin fekk durafjórðingin frá Javnaðarflokkinum í samgonguni í apríl 1993. Síðani varð fiskivinnan á landi sanerað og endurreist ígjøgnum almenna grunnin Framtaksgrunnin.
Fiskavirking hevur síðani sum ein samlað eind veruliga víst, at tað ber til at fáast við flakavinnu í Føroyum. Og ein av styrkinum í konseptinum hjá Føroya Fiskavirking, serliga tá hugsað verður um útjaðaran, er, at tey sterku virkini draga tey veikari við sær. Men nú er líkt til, at serliga Fólkaflokkurin hevur skund við at fáa Fiskavirking einskilt, tí neyvan vilja teir viðganga, at tann loysnin, sum teir sjálvir runnu undan fyri gott og væl 10 árum síðani, hevur givið positiv úrslit.
Seinast, vit hoyrdu frá liberalistunum, var, tá teir royndu at trýsta Framtaksgrunnin til at selja tey góðu virkini burtur úr Fiskavirking til ávísar keyparar, og so kundi tað almenna eiga tey veikaru.
Annars ger tað sama seg galdandi, tá tað snýr seg um Føroya Banka. Men her tykist sum um, at størri partur av samgonguni stendur aftan fyri Fólkaflokkin. Føroya Banki var privatur og fór á heysin - nú er hann almennur og gongur væl og hevur kastað hópin av peningi til landskassan. Ein tann best rikni bankin í ríkinum, var skoðsmálið hann fekk. Men nú vilja somu menn, at hann afur skal gerast privatur. Tað kann so bert grundast einari hugsjónarligari trúgv, tí neyvan hevur hetta nakað við vanligt vit og skil at gera.
Rokningina fyri saneringina av fiskavirkjunum fekk skattgjaldarin
Fiskavirkini vórðu saneraði fyri fleiri hundraðtals milliónir, og henda kostnað bar føroyski skattgjaldarin gjøgnum bjargingina av bankakervinum. Tí kann tað ikki vera rætt, at eitt nú útlendskir íleggjarar skulu strúka avstað við Fiskavirking fyri ein saneraðan prís. Tó er tað mangt sum bendir á, at júst hetta er ætlanin hjá teimum, sum liggja framvið. Fyrrverandi formaðurin í Framtaksgrunninum bjóðar nú við einum øðrum hatti á høvdinum 140 mió. kr. fyri Fiskavirking.
Flest øll eru vit samd um, at fiskatilfeingið ikki skal á fremmandar hendur. Hetta er ogn Føroya fólks, vilja vit vera við, hóast rikni fiskivinnupolitikkurin seinastu mongu árini ikki er prógv um tað. Men vit halda tó fast um, at fiskatilfeingið er ognin hjá okkum øllum. Tí kann tað tykjast løgið, at virðisøkingin av sama tilfeingi kann fara á fremmandar hendur. Fiskatilfeingið hevur ein av marknaðinum ásettan prís, tá fiskurin kemur inn um lúnningina, men virðisøkingina kunnu vit í ein ávísan mun stýra. Hvør er tá orsøkin til at avreiða virðisøkingina á fremmandar hendur?
Og hvør verður avleiðingin, um t.d. eitt útlendskt felag keypur Fiskavirking? Sóu vit ikki týðiliga eina ábending suðuri í Vági, har norðmenn spældu við eina tíð, men tá hóttafall kom, so vóru teir fyrstir at stinga í sekkin. Og hvør verður avleiðingin, um eitt útlendskt flutningsfelag sum t.d. Eimskip, sum hevur verið nevnt í fjølmiðlunum, keypur Fiskavirking. Jú, har er einfalt áhugin ein, og tað er at fáa fatur á fiskaútflutninginum. Tá fáa okkara egnu skipafeløg truplar tíðir.
Sambært landsstýrismanninum er leiðin greið - og tó?
Hann valdi ein arbeiðssetning - hann setti eina nevnd - hann fekk eit álit - og hann var samdur - og so mugu vit øll onnur vera samd. Men tað eru vit ikki. Eg eri harmur um, at álitið um "Fiskivinnu á landi" ikki fekk nakra politiska viðgerð. Ikki tí, at eg haldi, at álitið er djúptøkið, tvørturímóti, men tí at spuringurin er so prinsipiellur. Mong við mær eru grundleggjandi ósamd við teimum niðurstøðum, sum hesin bólkurin kemur við. Ja, eg vil beinleiðis pástanda, at fleiri av niðurstøðum teirra eru ikki rættar út frá einum sakligum og óheftum sjónarmiði. Tey vælsigna útlendskum eigarum av Fiskavirking, tey vælsigna sentralisering av virkjunum, tey vælsinga einum einstakum eigara av Fiskavirking - og tey siga stutt og greitt, at nú skulu marknaðarkreftirnar fáa fríar teymar.
Í hesum er Bjarni Djurholm sum vera man samdur. Og soleiðis sum tøgnin hjá øðrum samgonguflokkum er um spurningin at einskilja Fiskavirking, so mugu vit trúgva orðunum hjá landsstýrismanninum, tá hann sigur, at her er ikki brúk fyri nøkrum orðaskifti, tí hetta er fult í tráð við vinnupolitikkin hjá sitandi samgongu.
Hann fekk so eina niðurstøðu, sum hann kundi brúka. Men okkurt týðir tó uppá, at trúgvin er ikki nóg sterk, tí nú leggur hann trýst á nevndina í Framtaksgrunninum um at selja sum skjótast orsakað av einari skuld til landskassan, sum skal afturgjaldast næsta ár. Grundgevingin nú er also ein onnur enn skinklandi niðurstøðurnar í álitinum um "Fiskivinnu á landi". Og vit kunnu bert frøast um, at formaðurin í Framtaksgrunninum ikki letur seg trýsta av hesi orsøk.
Men framvegis er tøgn frá hinum samgonguflokkunum, nú Bjarni Djurholm enn einaferð trýstir nevndina í Framtaksgrunninum.
Eg velji so at trúgva, at hetta boðar frá, at Bjarni Djurholm ikki hevur alla samgonguna aftanfyri seg. Og við tílivir vónin um, at vit ikki avreiða hesa ogn á útlendskar hendur fyri lítið og lætt í óðum verkum.