Einsamallur maður hevði ikki megnað at bjargað Hans Magnusi

Tað eru teir báðir kollfirðingarnir, Christian Christiansen og Jens Joensen, sum bjargaðu Hans Magnus Hansen á Norðhavinum mánadagin, samdir um

Bjarging

- Okkara størsta vónbrot hevði verið, um vit ikki megnaðu at bjarga Hans Magnusi Hansen, tá ið vit komu fram á hann og sjóbrotna bát hansara, Norðstjørnuna, mánadagin.
Tað siga teir báðir, Christian Christiansen og Jens Joensen, sum mánadagin bjargaðu útróðrarmanni, ið var deyðanum ógvuliga nær.
- Báturin, Elin C, er ein íslendskur bátur, Seigur 33. Hann er nógv hægri upp á lúnningin enn ein vanligur føroyskur bátur. Tí var tað ikki lætt at fáa fatur á Hans Magnusi og fáa hann inn í bátin.

Triðju ferð

Christian og Jens gjørdu fyrst tvær miseydnaðar royndir
at fáa fatur á Hans Magnusi, men tað var ikki, fyrr enn teir gjørdu ta triðju royndina, at teir fingu fatur á honum.
- Umstøðurnar vóru alt annað enn góðar. Veðrið var vánaligt við nógvari aldu og vrakið av bátinum, sum at kalla stóð steyrrættur í sjónum við gronini uppeftir, gjørdi tað eisini trupult at sleppa fram Magnusi.
Teir eru báðir samdir um, at tað hevði verið eitt stórt vónbrot fyri teir, um Magnus hevði farist, meðan teir stríddust við at fáa fatur á honum.
Tá ið teir komu til vrakið, sóu teir ikki mannin beinanvegin, tí framparturin av kjølinum vendi ímóti teimum. Tað var ikki, fyrr enn teir snaraðu um vrakið, at teir sóu, at maður stóð á framrútinum og helt í fanglínuna.
- Eg rópti á Magnus og bað hann halda fast. Tað var, sum um hann ernaðist eitt sindur, tá ið hann sá okkum. Hann líkasum rætti hondina upp og vildi siga, at hann var har, sigur Jens.
Magnus hevði vundið fanglínuna um armin, og hetta var hansara bjarging.

Um skrúvuna

Christian og Jens siga, at Elin C tók í vrakið á Norðstjørnuni, og meðan teir royndu at bjarga Magnusi, fingu teir eisini um skrúvuna, soleiðis at báturin "aktaði" ikki so væl.
- Skrúvan hevur eisini fingið onkran stoytin, og ivasamt er, um aksilin er skaddur.
Teir eru báðir samdir um, at var ein einsamallur maður komin fram á Magnus í einum glastrevjabáti, hevði tað neyvan eydnast at bjarga honum.
- Tað var eitt rættiligt tak hjá tveimum monnum at fáa hann inn í bátin, tí sjálvur var hann ikki førur fyri at hjálpa til, so útlúgvaður var hann, siga Christian og Jens.
Á veg til lands, sat Magnus í einum av stólinum í stýrhúsinum.
- Vit hjálptu honum úr vátu klæðunum og ballaðu hann inn í eitt teppi. Einar tvær ferðir á veg til lands ringdu teir úr sjúkrabillinum til okkara og spurdu, hvussu gekst.
Men veðrið var so vánaligt, og Christian og Jens vistu ikki, hvussu vorðið var við bátinum.
- Tí tordu vit ikki at sigla við fullari ferð. Haraftrat kemur, at Magnus var somikið ússaligur, at hann syftist í stólinum, har hann sat. Hann var ikki mentur at ansa so væl eftir, tá ið báturin syftist aftur og fram í aldunum.
Christian, sum eigur Elin C, sigur, at báturin gongur út við 20 míl, men á veg til lands sigldu teir við umleið 10-12 míla ferð.
- Hóast hetta er nógv ferð, tóktist tíðin til lands ógvuliga long.

Hoyrilíkindini

Teir fýlast báðir at vánaligu hoyrilíkindunum norðanfyri, sum tarnaðu samskiftinum um WHF?in ? eisini, tá ið umráðandi var at hava samband við sjóbjargingarstøðina, MRCC Tórshavn.
- Høvdu vit havt brúk fyri hjálp og vegleiðing inneftir Flógvanum, hevði hetta verið ein trupulleiki, siga teir báðir, sum halda, at hetta er ov vánaligt, tá ið havt verður í huga, at nógv bátaferðsla er norðanfyri um várnarnar.
Tað vóru tveir glaðir menn, sum Sosialurin hitti og tók myndir av í Sundinum í Kollafirði hósmorgunin.