Einoygdi yvirgangsmaðurin deyður

Stjórnarhermenn úr Tjad gjørdu í dag av við Al Qaeda-yvirgangsmannin Mokhtar Belmokhtar, tá hermenninir søktu at einari yvirgangslegu í grannalandinum Mali í dag.

-Um middagsleitið leygardagin 2. mars oyðilegði stjórnarherurin eina yvirgangslegu. Fleiri doyðu, teirra millum Mokhtar Belmokhtar, sum var leiðari hjá yvirgangsmonnunum, segði hernaðartalsmaðurin Zacharia Gobongue við sjónvarpið í Tjad seinnapartin.

Mokhtar Belmokhtar skipaði fyri fleiri atsóknum og burturflytingum, og tað verður hildið fyri vist, at tað var hann, sum skipaði fyri tí blóðuga álopinum á eitt gassverk í Algeria í januar, sum millum annað kostaði fimm norðmonnum lívið.

Mokhtar Belmokhtar, sum var ættaður úr Algeria, misti annað eygað fyri tíggju árum síðani og bleiv tí ofta umrøddur sum tann einoygdi yvirgansgmaðurin.