13. september, kemur danski sjónleikarin Lars Dammark til føroyar við einmansleiki sínum "Den enes brød". Teir fyrstu dagarnar fer hann út á ymiskar miðnámsskúlar at framføra, men seinni vera so tvær almennar sýningar. Onnur almenna sýningin verður í Runarvík (í Runarvíkar skúla) tann 18 sep. kl 19.00, og hin niðri í Meiarínum í hølunum hjá Grímu leygardagin tann 20 sep. kl 20.00.
Heilt stutt er søgan í leikurin hendan: Ein ungur maður kemur veltandi inn í eitt vertshús. Hann hevur verið til jarðarferð hjá sínum besta vinmanni. Hann roynur nú við øllum brøgdum at greiða frá, hvussu tað heila byrjaði, men verður allatíðuna avbrotin av sínum egnu associatiónum, og má venda aftur til útgangsstøði. Her vera tað meira orðini, ið gerast harri á manninum enn tað øvugda, og áskoðarin verður drigin inn í eitt sera hugvekjandi orðaspæl, ið serliga snýr seg um mótsetningarnar: lívið og deyðin.
Danski rithøvundurin Hendrik Skov Nielsen hevur skriva leikin. Leikurin hevur fingið sera góð ummælið í donskum bløðum.
Leikurin varðar uml. 1 tíma og kostar 100 kr. Bólkar við 5 pers. og meira sleppa tó fyri einans 80 kr. per persón. Atgongumerki fáast í kunningarstovuni og ein tíma undan sýning.










