Annita á Fríðriksmørk
framsøgukvinna Tjóðveldisfloksins í javnstøðumálum
Landsstýrismaðurin í almanna og heilsumálum Hans Pauli Strøm hevur fleiri ferðir í farnu viku sagt, at ráð eru ikki til at geva einligum mammum ein lætta, nú landskassans inntøkur síggja út til at minka. Tær kunnu bíðja til ráðini verða betur, og tá kunnu tær vænta sær eina íbúðartrygging og ein barnakekk, sigur altso landsstýrismaðurin.
Nøkulunda somu lagnu fekk barsilsskipanin í vár frá sitandi samgongu. Tá pengar vantaðu í, var barsilsskipanin tað fyrsta samgongumenn fóru eftir.
Men tá ið landsstýrið ikki sær seg ført fyri at geva einligum mammum eina hjálpandi hond, og tá ið barsilsskipanin má spara, kundi verið áhugavert at hugt at, hvat landsstýrið so heldur seg hava ráð til:
<sum$?$end$!$Almennan stuðul til rækjuvinnuna. Tað teir rópa fyri skattaafturbering
<sum$?$end$!$Økja um almennu fyrisitingina við m.ø. einum kunningarráðgeva, sum skal greiða fólki frá, hvat landsstýrið meinar við.
<sum$?$end$!$Eina ómotiveraða avtøku av punktgjøldum á hvítvørum, -ein príslækking, sum eftir stutta tíð hevur etið seg uppaftur til ta upphædd, sum brúkarin er sinnaður at rinda. Tvs til somu upphædd, sum í dag!
<sum$?$end$!$240 mió kr í skattalætta, sum verður deilt soleiðis millum lønmóttakararnar, at jú meira tú forvinnur, jú meira fært tú í lætta.

Og tá skattalættin hjá samgonguni verður nevndur sum dømi, er vert at bíta merki í, at einligar mammur sjáldan liggja í hægra endanum millum lønmóttakarar. Ítøkiliga semjan um skattalættan hjá samgonguni vil geva eini einligari mammu, sum til dømis
<sum$?$end$!$forvinnur 180.000 kr árliga (t.v.s. 15 túsund krónir mánaðarliga) ein lætta, sum kemur at liggja um knappar 4.000 kr árliga.
<sum$?$end$!$Forvinnur hon 240.000 krónir árliga (t.v.s 20 túsund um mánaðin) fær hon ein lætta á 12.000 kr. árliga.
<sum$?$end$!$Til samanberingar fara øll løgtingsfólk at fáa ein lætta á 25.000 krónir árliga
<sum$?$end$!$Meðan allir landstýrismenninir hvør í sínum lagi fara at fáa 35.000 krónir árliga í skattalætta

Hesi tøl tala fyri seg sjálvi, og geva eina týðilga ábending um, hvussu sitandi samgongumenn raðfesta, nú teir siga seg ikki hava ráð til at hjálpa einligum mammum.
Eisini er vert at leggja sær í geyma, at skattalættin, sum einligar mammur fáa ikki kann leggjast afturat lættanum, sum makin fær. Tað kann skattalættin hjá landsstýrismonnunum hinvegin - og okkum ørum, sum hava ein maka.
Hóast hetta rindar tann einliga mamman líka nógv sum hjún ella pør tilsamans rinda fyri sjónvarpsgjald, útvarpsgjald, trygging og aðrar fastar útreiðslur, sum húskið hevur.
Tað, sum sermerkir hesi øki, sum samgongan raðfestir so niðarlaga,- einligar mammur og barsilsskipanin, - er, at hesi øki, sum verða niðurprioriterað, eru í høvuðsheitum mannað við kvinnuligum lønmóttakarum.
Hetta er tí eitt dømi um, hvussu umráðandi tað er, at bæði kynini eru umboðaði har politiskar avgerðir verða tiknar. Hugsið tykkum um t.d. umleið helvtin av samgonguni og helvtin av landsstýrinum vóru kvinnur og hin helvtin menn. Halda tit so, at verandi raðfesting av landsins ognin hev_i gliðið so lætt niðurum hjá politiska meirilutanum. Neyvan!
Harvið er ikki sagt, at allir menn raðfesta sum sitandi samgongumenn, og at allar kvinnur eru ímóti,- raðfestingin er hinvegin týpisk fyri fólkafloksteori og javnaðarpraksis. Men við samstarvi millum bæði kynini hevði viðgerðin verið heilt øðrvísi. Hesi hava jú hvør sína bakgrund, og harvið hvør sín vinkul og sjónarmið til tey ymisku viðurskiftini í samfelagnum.
Soleiðis høvdu sjónarmiðini hjá einum nógv breiðari skara av fólki fingið innivist í politisku viðgerðini og avgerðini.
Tað hevði tænt fólkaræðinum!