Einki ævintýr uttanlands

Stórskjúttin hjá H71, Peter Krogh, ætlar sær at verða verandi í Føroyum.

Stórskjúttin hjá H71, Peter Krogh, er aftur í Hoyvík eftir eitt heldur miseydnað uppihald í heimlandsfelagnum Skive, og hann spældi við gomlu liðfeløgunum úr Hoyvík aftur hetta vikuskiftið.


- Tað er deiligt at vera aftur í Føroyum. Tað er gott at síggja øll aftur, sum man hevur saknað hvønn dag, sigur Peter Krogh í samrøðu við Sosialin í dag.


Hann avdúkar, at tað neyvan verður til nakað uttanlandsævintýr aftur, og at hann nú hevur í hyggju at verða verandi í Hoyvík og í Føroyum.


Peter Krogh er í “5 skjótir” í Sosialinum í dag, har hann greiðir frá hví hann valdi at gevast í Skive, greiðir frá muninum ímillum danskan og føroyskan hondbólt, og eisini metir um FM-vónirnar hjá H71.