Einki tilboð frá Superliguni

Christian Lamhauge Holst var í gjár kunngjørdur sum nýggjur Silkeborg-leikari

Gitingar hava verið, hvar framtíðin hjá føroyska landsliðsleikaranum var, har søgur hava verið um áhuga úr bestu deildini. Men Holst staðfestir, at at so var ikki. – Prátini, sum eg havi havt við Superligu-lið, vóru ikki ítøkulig. Eg kund hugsa mær at fingið framtíðina upp á pláss sum skjótast, og eg metti, at Silkeborg hevði nógv áhugavert at bjóða mær, sigur Christian Lamhauge Holst, sum skiftir til Silkeborg, tá sáttmáli hansara við Lyngby gongur út um jólini.