Einki svar kring Williambrunn

Oddagrein:

Tað eru nú fjúrtan dagar síðani, at spurningar vórðu settir leiðsluni í Jarðfeingi í analysu í hesum blað. Teir snúðu seg allir um seinastu boringina á landgrunninum, Williambrunnin, sum BP varð fyristøðufelag fyri. Heitt varð á Jarðfeingi um at greiða frá, hví ikki varð borað longur niður.

 

Í hesi grein og analysu varð stórt spurnartekin sett við seinasta sáttmálan, sum gjørdur var millum oljufeløg og so føroyskar oljumyndugleikar. Mett varð at her varð farið frá vanligum praksis, har oljufeløg binda seg til at bora niður á ávíst dýpi til at tvinna ávíst dagatal uppí. Hóast spurningarnir vórðu rættiliga ítøkiligir og hóast róð varð framundir, at tað besta, sum Jarðfeingi kundi gera, var at spæla við opnum kortum tvs. at kunna almenningin um tað, sum farið er fram í sambandi við hesi seinastu boringina, so hevur Jarðfeingi eftir øllum at døma valt ikki at úttala seg ella í heila tikið at gera viðmerkingar til umrøddu grein í Sosialinum. Eisini hava hesir somu spurningar verið uppi at venda í Rás2. Men heldur ikki har fekst nakað ítøkiligt svar.

 

Sosialurin og Rás2 hava biðið um alment innlit í sáttmálasamráðingarnar, tí vit meta hetta vera so prinsipielt mál eitt nú fyri framtíðar sáttmálar og leiting, men heldur ikki har ber til at koma ígjøgnum. Talan er um upplýsingar, sum eru fortróligir millum viðkomandi oljufelag og so føroysku myndugleikarnar er svarið.

 

Tað kann sjálvandi forsvarast til eitt vist, at ikki smálutir í sáttmálum koma út til almenningin. Men tá mugu vit so eisini kunna hava álit á okkara samráðingarfólkum, at tað besta er gjørt sæð frá okkara síðu. Tað vita vit ikki í dag. Tí tað besta og helst eisini mest rímuliga var, at feløgini, sum løgdu tveir brunnar saman í ein, boraðu djúpri.

 

Spurningurin, sum reistur er, er einfaldur: hví boðaði BP undan boringini frá, at borast skuldi niður á 4750 metrar, men tá avtornaði varð ”bara” borað niður á 3350 metrar. Her resta sostattt umleið 1400 metrar í. Um vit ímynda okkum, at borað varð longur niður, so vildi vitanin, sum fekst har, verið sera týdningarmikil og nógv verd fyri Føroyar og fyri framtíðar leiting.

 

Nú um dagarnar frættist, at fyrrverandi stjórin í Jarðfeingi, sum helst var hann, sum sat við borðendan, tá avtalan varð gjørd við BP, og hevur havt farloyvi frá sínum starvi, nú er settur í starv hjá oljufelag. Uttan at vit kunnu staðfesta nakran illgruna, so reisir spurningurin seg, um hetta starvsskiftið kann hava nakað við BP-avtaluna at gera. Vit velja at halda, at tað hevur hetta ikki, tí táverandi stórin gjørdi eitt stórt og gott arbeiði á Jarðfeingi.

 

Men eftir stendur ósvaraði spurningurin: hví mistu vit tvs. okkara oljumyndugleikar heilar 1400 metrar av boring á gólvið. Og fer hetta at skapa presens fyri komandi sáttmálasamráðingar við oljufeløg, sum kunnu hugsast at vilja fáa somu ”sømdir” sum seinasta boringin møguliga er tekin um.

 

Sosialurin