Einki samsvar

Leiðarin í størsta andstøðuflokkinum, Lisbeth L. Petersen, helt ikki talan vera um nakað nýtt og óvæntað í ólavsøkurøðu løgmans. Umframt hetta vísir hon á, at einki samsvar er millum høgu raðfestingarnar á almannaøkinum og skerjingarnar á komandi fíggjarlóg

Tá løgmaður trein av aftur talarastólinum fyrrapartin 28. juli, hevði einki nýtt verið at hoyrt, sum ikki fleiri ferðir hevur verið frammi fyrr.
Hetta vóru fyrstu viðmerkingarnar hjá andstøðuleiðaranum Lisbeth L. Petersen, sum vísir á, at talan í størsta mun var um endurtøkur av málum, sum í fleiri ár hava verið ovarlaga á breddanum.

Ov lítil framgongd
Sambært Lisbeth L. Petersen vóru málini, samgongan hevur sett sær, høvuðseyðkenni fyri røðuna. Málið um pensiónir var enn einaferð frammi, nøkur orð vóru til vinnuna, Grundlógin varð umtala, meðan Kyoto sáttmálin eisini var uppi at venda. Somu mál tykjast ganga aftur, og Lisbeth L. Petersen vísir á, at hetta kann bera boð um, at ferð ikki kemur á ætlanirnar.
- Tað, at somu mál eru afturvendandi, kann vera eitt boð um, at ov lítið hendir á hesum økjum. Í fleiri ár hevur talan bert verið um ætlanir og orð, sum ikki verða førd út í lívið, sigur Lisbeth L. Petersen, sum leggur afturat, at spurningurin er, hvussu leingi ein kann halda á við hesi gongd.

Almannamál høga raðfesting
Anfinn Kallsberg gav eisini rúm fyri skúlamálum, heilsumálum og almannamálum annars, og hetta var sambært Lisbeth L. Petersen ein dygd og styrki við røðuni.
- Tað var gott at hoyra, at hesi mál tyktust hava høga raðfesting, tí hetta eru grundleggjandi og týdningarmikil øki. Samstundis er talan um sera kostnaðarmikil mál, sum í framtíðini kunnu volda trupulleikar, tí um hesi mál skulu raðfestast høgt, umframt at fíggjarlógin skal skerjast, verður talan um ósamsvar og tvørsøgnir.

Ørkymlaðar kommunur
Við hesum sipar leiðarin í størsta andstøðuflokkinum til, at við høgari raðfesting av hesum kostnaðarmiklu almannamálum verður sera torført at skerja fíggjarlógina 1% komandi ár, sum ætlanin er. Tískil kann talan enn einaferð gerast um ætlanir, sum ikki gerast til nakað, umframt at kommunurnar fáa alsamt fleiri byrðar lagdar á seg.
- Alt bendir á, at kommunurnar fáa fleiri og fleiri kostnaðarmiklar byrðar at bera, sum landsstýrið ikki skal gjalda í framtíðini, og tað kemur einstaki borgarin at gjalda við hægri kommunuskatti. Kommunurnar í dag eru ikki sørt ørkymlaðar, tí ógreitt er, hvørji øki verða løgd á kommunurnar í framtíðini.

Ongar veruligar sparingar
Við hesum vísir Lisbeth L. Petersen á, at talan í veruleikanum ikki er um nakrar sparingar, men heldur um stórar útreiðslur, sum bert verða fluttar úr einum øki í annað.
- Samgongan tosar um sparingar við at skerja fíggjarlógina við einum prosenti, men tá hesar útreiðslur verða koyrdar út til kommunurnar, er talan sjálvsagt ikki um nakrar veruligar sparingar, og tískil hanga ætlanirnar ikki saman, sigur Lisbeth L. Petersen at enda.