EInki sagt um samstarv millum Gazprom og Dong

Portalurin hevur biðið Johan Dahl um eina viðmerking til tíðindini í Børsen. Johan Dahl vísir til tíðindaskrivið frá Vinnumálaráðnum, ið ikki sigur nakað um samstarv millum Gazprom og Dong.

? Vit kunnaðu um Føroyar, føroyska vinnu og her serstakliga um arbeiðið á landgrunninum at leita eftir olju og gassi.

- Men Dong var við á fundinum!

- Av tí at Dong og Gazprom samstarva á øðrum økjum fingu vit Dong at hjálpa okkum at fáa hesa vitjan í lag. Tvey fólk frá Dong vórðu við á fundinum men søgdu einki. So her má vera komin onkur misskiljing í hjá teimum, sum hava orðað tíðindakrivið.

Johan Dahl leggur tó aftrat, at einki er til hindurs fyri, at oljufeløg, sum longu arbeiða á Føroyaøkinum, og her er Dong eitt av teimum, samstarva um leiting á landgrunninum.

- Tað er kortini ikki nakað, sum vit sum myndugleiki leggja okkum út í. Vit skapa karmararnar, og so er upp til oljufeløgini, hvønn tey møguliga samstarva við.

Johan Dahl sigur, at hann nú spentur bíðar eftir, at Gazprom tekur ímóti innbjóðingini at vitja Føroyar.

- Fyrimunurin við einari vitjan er, at Medvedev sjálvur fær gjørt sær eina mynd og meining um møguleikarnar her hjá okkum, sigur landsstýrismaðurin, ið staðfestir, at stjórin í Gazprom var positivur mótvegis innbjóðingini.