Vit vísa aftur, at talan verður um eitt “porno-kvøld” í Eclipse hetta vikuskiftið.
Talan er bert um eina áheitan – eins og grýlukvøldini - at fáa fólk at gera okkurt serligt burturúr klædnastílinum.
Eg vil staðiliga vísa aftur, at talan er um eitt pornokvøld. Talan er bert um eina áheitan – eins og grýlukvøldini – at fáa fólk at gera okkurt serligt burtur úr klædnastílinum.
Tað hevur skapt mikið rumbul í fjølmiðlunum um, at byin.fo hevur lýst um “Hot spot-kvøld” í Eclipse fríggjakvøldið. Fólk hava ringt til ymisk og klagað, og í almenna loftmiðlinum verður evnið eisini lýst at vera nakað, ið hoyrir ongastaðni heima.
Eg skal viðganga, at lýsingarherferðin kanska hevur verið nakað frek, men talan er ikki um eitt pornokvøld, eins og tíðindini í Útvarpi Føroya vil gera tað vil.
Orsøkin til “Hot-spot-kvøldið” er at royna okkurt nýtt. Eitt tiltak, har fólk lata seg eitt sindur meira summarslig í. Porno er tað ikki. Vit taka sterka frástøðu frá tílíkum.
Viðmerking:
Tað er Sosialurin, sum hevur skrivað um tiltakið hjá Eclipse á Portalinum. Spurdur um vit kundu skriva, at talan var um eitt porno-tiltak svaraði Rúni Djurhuus, at ”tað kann man gott kalla tað”.
So um talan er um eina misskiljing, so eigur Rúni Djurhuus hana sjálvur, og IKKI Portalurin.
Blaðstjórin