Ólavur í Beiti
? Svartkjaftur í føroyskum sjógvi hevur verið eitt av grundarlagnum hjá m. a. russiskum skipum í 23 ár, og í býti við henda svartkjaft, sum føroysk nótaskip ikki hava fullnýtt, hava føroysk skip fingið eina munagóða kvotu av botnfiski í Barentshavinum, sum hevur havt alstóran týdning fyri føroyska samfelagið hesi farnu 23 árini. Fiskiveiðiavtalan millum Føroyar og Russland verður mett at vera tann fiskiveiðiavtalu, sum gevur mest til føroyska samfelagið.
? Hóast svartkjaftastovnurin hevur verið í stórari menning seinastu árini, so eru tað bert einstøk skip í nótaflotanum, sum hava roynt henda møguleika. Tann størsti parturin av nótaskipunum hava havt nóg mikið av øðrum veiðimøguleikum sum sild, makrel og lodnu. Svartkjaftaveiðan hjá føroyskum nótaskipum hevur verið so lítil, at um vit bert høvdu hesi veiðitøl at dúva uppá, so høvdu Føroyar ikki stór søgulig veiðuhagtøl at vísa á, sigur Jørgen Nioclasen.
Svartkjafturin
Og viðvíkjandi tí komandi svartkjaftabýtinum millum strandalondini, sigur fiskimálaráðharrin, Føroyar hava nógv argumentir fyri, at vit kunnu krevja ein munandi part av stovninum. Fyrst tað lívfrøðiliga, ferðingarmynstri hjá fiskinum, at svartkjaftur er serliga fiskiligur í føroyskum sjógvi, ST-sáttmálan um ferðandi fiskastovnar, har lond, sum liva av fiski eina fáa fyrimun, at vit nú hava skip, ið kunnu fiska og serliga grundað á samstarvið við Russland, hava Føroyar í dag eisini søguligan fiskiskap at vísa á.
? Tann væntandi áhugin frá nótaskipunum hevði við sær, at ídnaðarskip fingu fiskiloyvi at veiða svartkjaft eitt ár í senn av heildarkvotu í norskum og ES-sjógvi og at landsstýrismenn undan mær hava givið 5 føroyskum skipum innflutnings- og veiðiloyvi at veiða svartkjaft fram til 1996. Haraftrat broytti løgtingið lógina um vinnuligan fiskiskap soleiðis, at undantak kundi gevast at veiðiorkan kundi økjast í hesum veiðiflota til tess at geva verandi skipaflota møguleika fyri útskiftingum. Hesar útskiftingar eru gjørdar í tíðarskeiðinum 1998/99 og hevur økt um samlaðu veiðiorkuna hjá hesum veiðiflota.
? Tá eg tók við sum landsstýrismaður vóru harumframt lætnar 4 tilsagnir um innflutningsloyvi til svartkjaftaskip aftrat. Eg tók beinanvegin ta avgerð, at ikki fleiri loyvi skuldu gevast. Men hinvegin havi eg givið loyvi til, at skip eru skift út við skip við størri veiðuorku. Eg nýtti serstaka undantaksgrein, nevniliga grein 8, til at geva loyvið til t. d. nýggja Jupiter og til nýggju Norðborg, tí hesir høvdu størri veiðuorku enn teir, sum fóru út. Hetta meti eg ikki er at geva nýggj loyvir, tí talan er um útskiftan, men er tað m.o. hesi skip, Atli Hansen hugsar um, so eru nýggj loyvir givin.
Næraberg
Og víðari sigur Jørgen Niclasen, at formaðurin í Felagnum Nótaskip tykist at hava so ilt av, at ?Næraberg? nú er komin inn í veiðiflotan og leggur landsstýrismannin undir at nýta undanførslugreinir við at kalla ætlanina eina menningarætlan og harvið skjóta seg undir serstaka grein í lógini um vinnuligan fiskiskap til tess at økja um talið av svartkjaftaskipum so ella so.
? Til hetta er vert at leggja til merkis og skal verða upplýst, at fiskivinnuumsitingin hevur mett sera gjølla um hesa verkætlan, sum er ein menningarætlan, ið skapar grundarlag fyri um 80 arbeiðsplássum aftrat, at føroysk fiskivinna fær møguleika at menna seg til eina meirvirðisvinnu og skapt verður Føroyum eitt framhaldandi grundarlag at gagnnýta okkara tilfeingið (her svartkjafturin) á burðadyggan hátt. Virðið verður fleirfalt fyri sama tonsatal.
2 ár
? Til tess, at verkætlanin kundi gjøgnumførast, varð sett sum treyt, at menningarætlanin sambært § 20, stk. 3 í lógini um vinnuligan fiskiskap er avmarkað til 2 ár. Innan skipinum verður latið fiskiloyvi sum liður í hesi menningarætlan, so skuldu eigarnir skjalprógva fyri Fiskimálastýrinum, at teir høvdu ræði á einum verandi veiðiloyvi at fiska svartkjaft, og sum Fiskimálastýrið hevði góðkent sum grundarlag fyri ætlanini. Eisini varð kravt, at innan 2 ár eru farin, aftaná at skipið er komið undir føroyskt flagg (leiguskrásett), skal skipið verða skrásett í føroysku skipaskránni undir vanligum treytum samstundis sum eigarnir lúka treytirnar í § 7 (ognarviðurskiftini).
? Verða hesar treytir ikki loknar innan 2 ár, so fellur rætturin til nevnda veiðiloyvi burtur. Nevnda veiðiloyvi, sum sipað verður til er veiðiloyvi hjá ?Prestland?, sum er heft at hesi menningarætlan. Sostatt er heldur einki nýtt svartkjaftaloyvi latið í hesi verkætlan, sum formaðurin í Felagnum Nótaskip? og Dimmalætting hava so ilt av, sigur fiskimálaráðharrin at enda til seinastu skrivingina, sum verið hevur um hesi mál.









