Bjarti Mohr, býráðslimur,Fólkaflokkurin
Ein arbeiðsbólkur undir Landsstýrinum er komin fram til at nú skal mvg leggjast á í samband við húsabygging. Hetta er ein skeiv niðurstøða at koma til og kemur eitt mvg gjald at fáa sera ringar avleiðingar fyri nógv fólk. Alivinnan er stórt sæð farin og við methøgum oljuprísum, minni fiskiveiðu og lágum fiskaprísum er longu steðgur komin í føroyska búskapin. Nógvar familjur merkja hesa afturgongd og eru tað serliga familjur sum ikki hava almenna løn at liva av. Eitt mvg avgjaldið á húsabygging kemur at skunda undir afturgongdina í búskapinum. Hetta rakar fyrst og fremst tær ungu familjurnar sum skulu seta búgv og tær familjuranr sum longu eru raktar av fallandi inntøkum í vinnulívinum.
Heldur enn at darva búskapinum við enn fleiri avgjøldum eiga bæði komm-unur og landsstýri at stimbra búskapin við at seta arbeiðir í gongd og lækka skattin hjá borgaranum. Avgjøld hava ongantíð og koma ongantíð at skapa nakran framburð.