Annan landsdystin á rað verður talan um hampuliga nógvar umskipanir á føroyska liðnum.
Leikbannini eru fýra í tali, meðan tríggir spælarar eru aftur eftir leikbann, og tí skal Brian Kerr blanda kortini nakað øðrvísi, enn hann gjørdi móti Litava.
Í fleiri av venjingunum hevur Atli Danielsen verið høgri bakkur, og tað er eitt pláss, sum hann ikki er heilt óvanur við.
- Bæði í KÍ og á landsliðnum spældi eg fyrstu dystirnar sum høgri bakkur, men tað eru kortini nøkur ár síðani, at eg seinast spældi har. Men er ynskið hjá venjaranum, at eg spæli á bakkinum, so geri eg tað, sigur Atli.
Hann letur annars væl at umstøðunum í Fraklandi, og hann letur eisini væl at fyrireikingunum hjá landsliðnum, har alt bendir á, at tað er eitt topptendrað lið, sum fer á vøllin. Men sum hann leggur afturat:
- Tað verður eisini neyðugt, skulu vit fáa eitt líkinda úrslit burturúr.