Vetrarhálvárið skipar Bygdarhúsið við Gjógv fyri hugnaløtu fyri bygdarfólkinum mánakvøld, men løtan í gjárkvøldið var serstøk, tí umframt bygdarfólk vóru tveir gestir, landsstýrismaðurin Kári P. Højgaard og løgtingsmaðurin Helgi Abrahamsen.
Tað var ikki av tilvild, at júst teir báðir vóru bodnir norður. Fyri stuttum setti Helgi Abrahamsen Kára P. Højgaard ein fyrispurning í Løgtinginum um møguliga ætlan at gera tunnil til Gjáar. Men landsstýrismaðurin hevði onga tílíka ætlan.
Í gjárkvøldið fingu teir høvi at greiða gjáarfólki frá málinum. Men har var einki nýtt, og gjáarfólk fingu heldur ikki nakað lyfti um tunnil. Tvørturímóti fingu tey at vita, at tankar eru um at leggja avgjald á tey, sum koyra við píkadekkum. Tað fall ikki í góða jørð millum áhoyrararnar, sum hildu píkarnar vera neyðugar á farleiðini um skørðini. Ja, tað eru fleiri dagar um veturin, at tað ikki er nóg mikið við øðrum dekkum, søgdu tey.
Teir báðir politikararnir bera orð fyri at vera skemtingarsamir, og hesi evnini vístu teir eisini í gjárkvøldið við fleiri skemtisøgum. Og tá sangur kom á skránna, spældi Helgi Abrahamsen undir á harmoniku.