Einki lívstekin frá litavum

Fótbóltur: Mótstøðuliðið í morgin tapti leygardagin, tá teir eisini mistu tveir av týdningarmiklastu spælarunum

Sambært skránni verður EM undankappingardystur aftur á Tórsvølli í annaðkvøld, tá Litava og Føroyar skulu spæla síðsta dystin í Føroyum í hesari undankappingini.

Men tá vit vóru í sambandi við skrivstovuna hjá Fótbóltssambandinum fyrrapartin í gjár, vistu tey einki um litavarnar:

? Bíleggingin á hotellinum er í lagi, men annars vita vit einki um teir. Vit hava ringt fleiri ferðir til teirra, og við hava sent teimum fleiri faks, men tað er so eiðasørt, at vit hava fingið fatur á teimum, ella at teir hava svarað nøkrum skrivligum fyrispurningum, og tað undrar okkum ikki so lítið, tí leygardagin spældu teir á heimavølli móti Kekkia. Vit mugu bara staðfesta, at um teir koma við flogfarinum í dag, so hava teir sjálvir syrgt fyri, at eingin verður ímóti teimum, sigur Ísak Mikladal, aðalskrivari í Fótbóltssambandinum, sum tískil ikki kann geva okkum nakran lista við nøvnunum á fremmandu spælarunum, sum sambært reglarnar hjá UEFA skulu vera komnir til Føroya í minsta lagið eitt samdøgur frammanundan dystarbyrjan og tað vil siga seinnapartin í dag klokkan 17.


Eru verri fyri

Litava, sum Føroyar í oktober í fjør megnaðu málleysan javnleik ímóti í Vilnius, tapti leygardagin 4?0 á heimavølli móti Kekkia, og harvið minkaðu møguleikarnir hjá teimum at røkka endaspælinum í Hollandi og Belgia rættuliga nógv.

Kekkia, sum vann fyri sjeyndu ferð av sjey møguligum í hesari EM undankappingini og harvið hevur tryggjað sær rættin at taka lut í endaspælinum komandi summar, fekk øll fýra málini síðsta hálva tíman. Tá vóru litavarnir moyrir, tí longu í 1. hálvleiki vórðu teir undirmannaðir. Edgaras Jankauskas, sum er besti álopsmaðurin hjá teimum, sá longu í 1. hálvleiki reytt, tí hann hevndi seg. Og tað vil siga, at hann verður ikki á liðnum móti Føroyum í annaðkvøld.

Litavarnir vóru eisini óhepnir á annan hátt. Liðformaðurin hjá teimum eitur Valdas Ivanauskas. Hann hevur nógvir royndir, tí longu í áttati árunum var hann á landsliðnum hjá Sovjetsamveldinum, sum Litava tá var partur av. Í 1. hálvleiki móti Kekkia noyddist hann longu í 1. hálvleiki at taka seg av vøllinum, tí hann var skaddur, og soleiðis sum vit hava skilt tað, so er tað nógv, sum bendir á, at hann fer ikki at verða førur fyri at spæla í annaðkvøld.