Faroe Petroleum boðar frá, at nú er Marsvin leitibrunnurin boraður á norska loyvinum PL289 Kolvetni varð ikki funnið í leitibrunninum, sum Mærsk Guardian boraði. Hetta er fyrsti brunnur, sum er boraður á hesum loyvi. Faroe Petroleum eigur 14% av loyvinum, fyristøðufelagið Dong Energy eigur 40%, Talisman 30% of GDF 16%.
Faroe Petroleum sigur, at tað eru aðrir møguleikar fyri at finna kolvetni á loyvinum. Trym gasskeldan er eisini á sama loyvi og ein útbyggingarætlan fyri Trym er latin norsku myndugleikunum.
Faroe Petroleum heldur fram við boriætlanini, sum øll er fíggjað. Nú verður gjørt klárt til at bora tann fyrsta av trimum brunnum, sum skulu borast í Noregi í ár, sigur Faroe Petroleum í tíðindaskrivi.