Tað kom illa við, at hondbóltsdysturin millum bestu mansliðini hjá Team Klaksvík og StÍF í kvøld bleiv avlýstur vega leka í Badmintonhøllini í Klaksvík.
- Vit eru noyddir at avlýsa venjing minst eina ferð um vikuna. Høllin bleiv yvirtikin fyri einum ári síðan, men býraðið hevur einki gjørt við støðuna, sigur Fríðin Ziskason.
- Nú skilji eg hví Jógvan Skorðheim gavst at spæla flogbólt, leggur Fríðin afturat við einum smíli.
Enn er ógreitt nær dysturin verður spældur.