Tá tú fyrst hevur vunnið teg víðari í eini kapping sum EHF Cup-kappingini, er einki at undrast á, at mótstøðan eisini verður sterkari. Hetta fekk Neistin at sanna leygarkvøldið, tá Madeira, sum í løtuni er næststerkasta liðið í portugisiskum hondbólti, var á vitjan í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn.
Fyrstu rættiliga málfátæku løtuna var eingin eyðsýndur munur, og Neistin fekk bæði komið á odda 1-0 og javnað til 2-2. Tað stóð á jøvnum sjey minuttir inn í dystin, áðrenn Madeira spakuliga byrjaði at taka seg frá Neistanum, men tað var ikki við stórum fetum, hálvan fyrra hálvleik vóru gestirnir bara tvey mál frammanfyri, sum vanliga er einki at tosa um.
So hvørt sum dystinum leið, setti Madeira ferðina upp, meðan Neistin fekk minni og minni at rigga, men gjørdi eina rúgvu av tekniskum feilum, ið mestsum allir blivu revsaðir náðileyst. Heili níggju mál vóru á muni í hálvleikinum, og longu fáar minuttir inn í seinna hálvleik vóru tey 14 málini á muni, sum eisini skuldu gerast munurin, tá avtornaði.
Tekniskir feilir
– Tað var øgiliga skuffandi, at fólk komu at hyggja at okkum og vit bara høvdu hetta at vísa. Hetta var ein ringur dagur hjá okkum, tí vit spældu ósamanhangandi og hvør einstakur fór bara inn og spældi fyri seg sjálvan, staðfesti Heini Hanusarson eftir dystin í samrøðu við Neista-heimasíðuna.
– Vit mistu teir og gjørdu nógvar tekniskar feilir. Teir vóru allíkavæl betri enn vit, tí teir høvdu betri samanspæl og betri støður á vøllinum, umframt at teir vóru nógv meira skilagóðir.
Sostatt gjørdist úrslitið ikki so gott, sum vónir høvdu verið um frammanundan, tí torført var at meta um, hvussu stórur munur var á føroyskum og portugisiskum hondbólti. Kanska sást sanni munurin heldur ikki í dystinum leygarkvøldið, nú tað skuldi vísa seg at liggja øgiliga illa fyri hjá Neistanum, ið ongantíð ordiliga megnaði at hótta gestirnar.
– Vit hava sjálvandi broytt spælistíl, nú vit hava skift venjara og fingið ymiskt nýtt at arbeiða við. Men enn eru vit bara fyrst í oktober og hava bara spælt tveir landskappingardystir, sigur Heini Hanusarsson, ið vónar tað besta fyri dystin niðri á Madeira leygardagin, hóast hann er eitt sindur ivasamur.
– Hóast vit fegnir vilja tað, so verður ikki lætt hjá okkum at matsja portugisarnar. Men vit fara at royna at lesa teir av og vita, um vit ikki kunnu fáa ein javnari dyst har niðri.
Sum heild gott
Enn er nakað tíðliga at taka saman um europeiska avrikið hjá Neistanum hesa ferð, men hóast tað gjørdist ein avsmurningur í heimadystinum í øðrum umfari, og hóast neyvan kann roknast við øðrum enn tapi í útidystinum, hevur talan samanlagt verið um eitt gott avrik.
Neistin hevur enn eina ferð megnað at gingið undan og víst vegin, tí at vinna við ávikavist 13 og 12 málum á besta liðnum av Kypros, AC Latsia, er sanniliga eitt góðkent avrik. Og tá annað ikki er væntandi, enn at mótstøðan harðnar, tá tú kemur víðari, fær tað neyvan verið stórt øðrvísi.
Sjálvandi hevði tað verið stuttligari at sæð eitt topptendrað Neistalið, ið veruliga kundi bitið frá sær, men nú verður tann innsatsurin kanska í staðin brúktur í útidystinum, hóast meira ivasamt man vera, hvat tann innsatsurin ítøkiliga kann brúkast til har.
So mikið av muni er hóast alt á at vera nummar eitt í Føroyum og nummar tvey í Portugal…