Saksun: Fyrr í vikuni hevði útvarpið hjá Kringvarpinum eitt innslag um Saksunarvegin.
Í hesum innslagi varð tosað við ein íbúgva úr bygdini, og sum staðiliga heitti á landsins myndugleikar um at gera okkurt við hetta vegastrekkið.
Her er talan um ein gamlan veg, sum er gjørdur eftir tátíðar umstøðum: Hann er í fyrsta lagi smalur; hann er svingutur; og hann er merktur av rættiliga ringum sýni orsakað av øllum sýnunum, sum har eru.
Kvinnan, ið Kringvarpið tosaði við vísti á, at bara í vetur eru einir átta bilar farnir út av vegnum. Og hetta var tí nakað sum tey ikki kundu góðtaka ella liva við longur.
Í sama innslagi varð tosað við Heina Eysturoy, leiðara á vegadeildini hjá Landsverki. Hann lovaði at taka málið til viðgerðar, men kundi sjálvandi ikki lova nakað, um ella nær arbeiðið kundi fara í gongd.
Hetta vóru kanska troystarrík orð fyri fólk í Saksun. Men Tummas Jacobsen í Hvalvík heldur lítið um eina breiðking av vegnum.
- Hann er fínur at koyra eftir, slær hann fast.
Landsverk hevur eina samferðsluætlan, ið røkkur fram til 2020, men tað er sjálvandi altíð ein politisk avgerð, um ein slík ætlan við Saksunarvegnum gerst veruleiki.
Droyur vegur
Fyrrapartin í gjár var Tummas farin frá húsum sum so mangan áður. Nakað inni í Saksunardali hevur hann sítt stóra áhugamál: Seyðin.
Hóast hann koyrir eftir vegastrekkinum hvønn Guds skapta dag, heldur hann at vegurin er nóg góður, júst so sum hann er.
- OK, hann er kanska eitt sindur droyur, tá kavi er. Hetta kemur mest av tí, at teir hava tað fyri at grava eitt sindur ov nær kantinum, sigur hann.
Sambært honum er hetta eisini orsøkin til, at bilar fara út av vegnum. Mangastaðni er tað nevniliga soleiðis, at grivið verður út um kantin, av teirri einfaldu orsøk at vegurin er so ómetaliga smalur.
Hendir so tað - sum er hent fleiri ferðir í vetur - at bilarnir fara ov uttarlaga, er vandi fyri at hjólið fer út um kantin og bilurin sama veg.
Tvær ferðir útav
Sambært upplýsingum frá Landsverki eru 11 kilometrar millum Hvalvík og Saksun. Og sambært sama stovni hevur ferðslan ligið rættiliga støðug millum bygdirnar báðar tey seinnu árini.
Í 2004 var miðalferðslan um samdøgrið 151 bilar, árið eftir 158, men dalaði so í 2006 niður á 140. Árið eftir lækkaði hon uppaftur meiri, til 136 bilar í miðal um samdøgrið.
Seinastu tølini benda kortini á, at ferðslan er økt munandi aftur. Í 2008 koyrdu soleiðis í miðal 166 bilar um samdøgrið gjøgnum Saksunardal.
At koyra eftir Saksunarvegnum er ikki nakað sum Tummas Jacobsen soleiðis situr og hugsar stórvegis um.
Eins og so manga aðrastaðni er rættiliga nógvur kavi lagstur í dalinum í vetur. At koyra her, hevur higartil gingið mestsum av sær sjálvum.
Men í ár hevur tað kortini verið øðrvísi - ja, rættiliga øðrvísi:
- Tja, eg havi koyrt eftir vegnum í nógv Harrans ár, uttan nakað sum helst. Men í ár havi eg upplivað tað løgna, ikki bara eina ferð, men heilar tvær ferðir, at koyra út av vegnum, greiðir hann frá.
Orsøkin til hetta er, at hann er komin út í henda kantin, og úrslitið hevur verið hareftir.
Ringt at grava
Teir, ið grava vegirnar hjá Landsverki gera eitt óvurderiligt arbeiði fyri at halda bæði teir smølu og breiðu landsvegirnar opnar, soleiðis at fólk sleppur fram og aftur kring alt landið.
Tað er kortini ikki bert um veturin, at fólk hava brúk fyri at koyra trygt. Saksun er eitt sera væl umtókt stað hjá ferðafólki, og á sumri er tað at kalla gerandissjón at síggja bussar við ferðafólkum á leiðini.
Tað er neyvan altíð so lætt hjá teimum at koyra, um teir altso ikki eru staðkendir og koyra eftir umstøðunum á hesum smala vegastrekkinum.
Hóast hetta, er Tummas ikki sannførdur um, at ein breiðking av Saksunarvegnum er tann besta loysnin. Tað er helst so sum hann sigur, at um ein breiðkar vegin, so ger ein tað samstundis lættari hjá bilførarum at koyra skjótt eftir vegnum.
- Nei, eg haldi at vegurin er nóg góður, so sum hann er. Tað kundu kanska verið fleiri møtipláss, staðfestir hann.
Seyður ella ferðsla
Tummas Jacobsen hevur hevur nógvan seyð inni í Saksunardali, og hugsar sum vera man um hann.
Tað er serliga um várið at hetta við koyringini ger seg galdandi, tá teir plaga at fóðra seyðin fram við vegnum.
Teir hava ikki mist nógvan seyð fram við vegnum, men hann óttast fyri, at hetta kann fara at seg galdandi, tann dag ið ein breiður vegur verður gjørdur millum Hvalvík og Saksun.
- Flestu bilarnir koyra eftir umstøðunum, og vita hvar ein serliga skal ansa sær og hvat ein skal ansa sær fyri. Og tey sum dagliga koyra her vita eisini, hvar seyðurin gongur og taka so hensyn til tað, sigur Tummas Jaocbsen.











