Einki fiskarok er í Klaksvík um dagarnar

Á Landingarmiðstøð Føroya í Klaksvík er einki rok, men í løtum er fitt av landingararbeiði. – Nei, her er ikki rokasligt í løtuni, men heldur ikki einki at gera, sigur Pól Fuglø, landingarformaður

Fiskivinna

 

Eini trý skp lógu við Kósabrúnna, tá vit vitjaðu fram við bryggjuni í morgin. Tey vóru partrolararnir Smaragd og Safir, sum landaðu í gjár. Skipini høvdu 126.000 pund tilsamans, meginparturin upsi.

Mánadagin landaðu línuskipini Polarstjørnan og Grani, sum bæði høvdu verið undir Íslandi. Polarstjørnan hevði 100.000 pund og Grani 150.000 pund.

Í morgin kemur línuskipið Klakkur undan Íslandi. Teir hava eini 150.000 pund á umleið 10 setum.

Veiðan hjá línuskipunum undir Íslandi er blandað. Býta vit hana upp í triðingar, er talan serliga um brosmu, longu og hýsu. Lítil toskur er uppi í veiðini hjá føroysku línuskipunum undir Íslandi í løtuni.

Í morgin landa eisini tveir trolbátar í Klaksvík. Fiskaklettur hevur eini 25.000 pund, men óvist var, hvussu nógv Varðin hevur inni.

Pól Fuglø, landingarformaður á Landingarmiðstøðini í Klaksvík, sigur, at umborð á Varðanum søgdu teir honum, at fiskiskapurin hendan túrin hevur verið brúkiligur um náttina, men lutfalsliga minni hevur verið at fingið í dagsljósi.

- Eg spurdi tó ikki, hvussu nógv teir høvdu inni, nú teir koma inn at landa í morgin, men eg vænti, at Fiskaklettur hevur eini 25.000 pund, sigur hann.

 

Slakur útróður

Tað hevur verið heldur smáligt við útróðri í Klaksvík seinastu dagarnar. Streymurin hevur verið harður, og lítil roynd hevur verið. Nú er streymurin linkaður aftur, veðrið er gott, og bátar í Klaksvík hava aftur verið á útróðri í nátt.

- Eg haldi ikki, at útróðurin hevur vignast nakað serligt hjá bátunum higartil í heyst, men vónandi verður betur, tá ið líður longur út á heystið og veturin, sigur Pól Fuglø.

Landingarformaðurin heldur, at bátarnir sum heild hava ligið niðanfyri 100 pund á stampin.

- Seinnu árini hava útróðrarbátarnir fingið nógvan fisk, mest sum alt árið, men í fjør byrjaði fiskiskapurin at minka – og í ár hevur útróðurin sum heild eisini verið slakari enn tey góðu undanfarnu árini.

Pól Fuglø sigur, at hampiliga støðugt arbeiði hevur verið á Landingarmiðstøðini.

- Ikki nakað rokasligt, men her hevur verið fitt at gera í løtum, sigur hann.