Allan veturin á tamb er saltbilurin hjá Landsverki fastur fusur á vegunum kring landið.
Tað bøtir munandi um ferðslutrygdina - men tað hevur eisini ein vansa við sær.
Og tað er, at seyðurin er í salttrotið og tí tyrpist hann saman á vegnum, tá ið saltbilurin hjá Landsverki er í nánd.
– Eins og hjá øðrum bilførarum, er seyður á vegnum eisini ein trupulleiki hjá teimum, sum koyra saltbilin hjá Landsverki, sigur Landsverk í morgun.
Her eru nakrar myndir, Landsverk hevur tikið á Æðuvíkarvegnum í Neshaga í Eysturoynni í góðveðrinum í morgun, har eitt stórt fylgi av seyði er komin á vegnum eftir salti, eftir at saltbilurin hevur verið framvið.
#med2##
##med3##
##med4##
##med5##