Tað er einki sum bendir á, at tað er vánaligt sýni, sum er orsøkin til tey ferðsluóhapp, sum henda á landsvegnum ígjøgnum Gøtudal. Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum.
Floksfelagi hansara, Uni Rasmussen, løgtingsmaður úr Gøtu, hevur spurt hann um nøkur ætlan fyriliggur um at bøta um ferðslutrygdina, tí hann sigur, at tað henda nógv óhapp á krossvegunum ímillum landsvegin og vegirnar úr bygdini í Landsvegin.
Jørgen Niclasen sigur, at á vegastrekkinum ímillum rundkoyringina í Gøtudali og Gøtugjógv koyra umleið 6.000 bilar um dagin.
Landsverk hevur greinað tey ferðsluóhapp, ið løgreglan hevur skrásett á hasum vegastrekkinum frá 2014 til 2017. Hesi fýra árini vóru. 11 ferðsluóhapp á hesum strekkinum og í tí eina óhappinum var eisini fólkaskaði.
Annars vóru trý óhapp í sambandi við krossvegin til bygdavegin úr Gøtu og í fimm av óhappunum var bara tann eini bilurin uppi í.
Í ár hava nøkur ferðsluóhapp verið við krossvegirnar, men kanningar hjá Landsverki bendir ikki á, at tað er vánaligt sýni á krossvegnum, sum er orsøkin til óhappini.
Landsstýrismaðurin sigur, at krossvegirnir lúka donsk krøv fyri, hvussu gott sýnið skal vera. Men annars er talið á vanlukkum fyri hvønn kilometur á hesum strekkinum eitt vet yvir miðaltalið fyri allan landsvegin.
– Landsverk upplýsir, at bilverjan fram við landsvegin frá Mortansstovubrekku, sum er vegurin ímillum landsvegin og bygdina við fótbóltsvøllin, og Gøtugjógv verður skift út ella tikin niður. Orsøkin er, at skráin á bilverjuni hevur lutfalsliga lítið hall, og tí er bilverjan óneyðug á einum parti av hesum teini.
– Landsverk kannar við jøvnum millumbilum um fleiri ferðslutrygdartiltøk skula setast í verk við innkoyringarnar til Norðragøtu og um hámarksferðin kanska skal setast niður og so verður støða tikin til so hvørt, hvørji trygdartiltøk skulu setast í verk.