Eykajáttan
Norðoyingar vóru ikki so øgiliga langt frá einum strandfaraskipið afturat at sigla um Leivíksfjørð, tá broytingaruppskot var fyri í tinginum í gjár.
Í samband við eykajáttanarlóg fyri september 2001 høvdu Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin skotið upp, at eittt avloysaraskip verður keypt til Strandferðsluna. Víst varð á, at eitt slíkt skip kann fáast fyri undir 25 milliónir krónur. Hetta sæst í notati frá landsstýrismaninum við vinnumálum, sigur Vilhelm Johannesen, løgtingsmaður, og uppskotsstillari.
Hann sigur at sum tingsalurin var mannaður í gjár, hevði uppskotið um at keypa skip ivaleyst verið samtykt, um atkvøtt varð um tað. Men atkvøðugreiðslan kom ongantíð, tí samgongan fekk kaldar føtur og kreyp undan, sigur hann
Heini O Heinesen, tingmaður Tjóðveldisfloksins í Noyðoyum setti undir viðgerðini fram uppskot um at koyra málið aftur í Fíggjarnevndina, og tað uppskotið fekk 21 atkvøður. Sostatt var eingin atkvøðurgreiðsla um uppskotið um at keypa skip nú. Samgongan tordi rætt og slætt ikki, sigur vilhelm Johannesen.
Tá málið var til viðgerðar í tinginum í gjár, var rættiliga nógv, sum bendi á, at tað kundi fara at verða samtykt, so skipið varð keypt. Millum annað vóru ábendingar um, at Rúna Sivertsen, sum umboðar Fólkaflokkin í Norðoyum fór at atkvøða fyri tí, um atkvøtt varð serstakt um skipakeypið uttan um restina av eykajáttanarlógini. Og tað fór tað at verða, varð sagt.
Jógvan burtur
Hinvegin gjørdi eitt nú Heini O. Heinesen, løgtingmaður Tjóðveldisfloksins í Norðoyum, nógv burturúr, at hin fólkafloksmaðurin í Klaksvík, Jógvan við Keldu, ikki var á fundi.
Fleiri tingmenn róðu fram undir, at Jógvan við Keldu tordi ikki at møta á fundi, men lá heima undir páskoti av at vera upptikin aðrastaðni, so hann slapp undan at atkvøða í móti samgonguni. Tí fáur hevur meira enn hann brúkt talutíð í tinginum í samband við meira ferðslu um Leirvíksfjørð.
Samgongumenn vóru harðliga í móti uppskotinum. Karsten Hansen, landsstýrismaður tosaði um ábyrgdarloysi, um uppskotið varð samtykt, meðan Jógvan Durhuus, úr Tjóðveldisflokkinum, ikki dugdi at skilja, at ferðslan um Leirvíksfjørð nú knappliga var vorðin nakar trupulleiki. Hesin trupuleikin var fleiri ára gamal, helt hann.
Til tað sigur Vilhelm Johannesen, at tann ovurstóri trupulleikin, sum í dag er um Leirvíksfjørð, er íkomin, síðan Eimskip í ár gavst at sigla til Klaksvíkar eftir farmi. Nú skal alt á hjólum um fjørðin, og harvið kemur proppur í.
Seinkar tunlinum
Heini O. Heinesen var í móti uppskotinum við teirri grundgeving, at hann metti, at kom eitt skip nú, fór tað bara at seinka undirsjóvartunlinum. Hann metti, at tær 25 milliónirnar, skipið væntandi fer at kosta, fóru at verða tiknar av eini almennari íløgu í tunnilin.
Ta grundgevingina skilir Vilhelm Johannesen ikki, tí undirsjóvartunnil kemur so eingin undir Leirvíksfirði fyrr enn í fyrsta lagi um fýra-fimm ár kortini. Og til ta tíð er rættiliga harðliga brúk fyri skipi, vísti hann á.
Eisini helt hann tað vera heilt óvanliga løgið, at landstýrismaðurin við vinnumálum, sum i áravís hevur gramt seg um, at einki avloysaraskip er til taks, nú beinleiðis mælir frá at samtykkja eitt ítøkiligt uppskot um at keypa eitt skip, sum kann fáast fyri ein rímiliga penga og væl saktans seljast aftur, tá undirsjóvartunnilin undir Vestmannasundi er liðugur, tí tá verður Ternan tøk.
Vilhelm Johannesen vísti á, at sami landsstýrismaður í notati hevur víst á, at eitt fimm til tíggju ára gamalt skip, sum er hóskandi í stødd. kann fáast fyri undir 25 milliónir.
Men Vilhelm Johannesen mátti bara ásanna, at samgongan tordi ikki at keypa norðoyingum eitt skip afturat, tá málið, eftir áheitan frá samgongumanni í Norðoyum, varð beint aftur í Fíggjarnevndina.