Hilmar Jan Hansen
Sostatt var púrt einki at spæla um, tá StÍF í gjár vitjaði í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn. Tað sást eisini aftur, tí ikki var tað stóra skilið á spælinum og slett eingin neyvleiki heldur. Men sjálvt um Neistin alla tíðina hevði hug at fara eitt sindur avstað, vildi StÍF ikki sleppa, og soleiðis togaðust liðini tað mesta av dystinum.
Í seinasta enda hevði Neistin tó munin og vann við fimm málum, men eftir stendur, at tað í vetur ikki verður meira enn eitt fjórðapláss til Neistan, ið eftir á dystarskránni bara hevur grannauppgerðina ímóti Kyndli.
StÍF er næstaftast, nú tveir dystir eru eftir, og nógv kundi bent á, at hetta eisini verður støðan hjá strandingum, tá árið er av. Men møguleikin fyri at fáa Team Klaksvík aftur, sær út til at vera heldur minni, enn møguleikin fyri, at Kyndil kann fáa StÍF aftur, men tað liggur alt líkasum í hondunum á klaksvíkingum, ið hava bæði Kyndil og StÍF eftir at spæla ímóti.
hilmarjan@sosialurin.fo