Einki at siga til at samkynd rýma úr egnum landi!

Annika Vang
--------

Lítið er at siga til, at samkynd í Føroyum ikki vilja vera verandi í heimlandi teirra, tá bæði politikarar og samkomur leggja seg eftir, at samkynd eingi rættindi skulu hava. Er tað eingin, ið hevur lagt til merkis, at samkynd eru menniskju sum øll onnur? Menniskju, ið liva eitt vanligt lív, arbeiða, eta og drekka, sum øll onnur. Tann einasti munurin er, at samkynd deila sítt lív og kærleika við ein ella eina av sama kyni.
Ja, hetta fellir nokk uttan fyri normin í samfelagnum, men tað er als eingin orsøk at seta samkynd í ein bás, har tey hvørki kenna seg vælkomnan ella virðismett í samfelagnum.
Hvat endamál hava hesi fólkini, ið ferð eftir ferð bera samkynd út í føroysku miðlarnar? Eg haldi eftirhondini, at tað bert er fyri at hava onkran at grenja og klikkja niður á, og at samkynd eru lættasta offur at draga við sær, tí tað enn í dag, nú vit skriva 2010 er eitt tabu evnið.
At Katrin Hovland Petersen í eini grein í Dimmalætting pástendur, at samkynd velja Kristus frá, tá tey velja at liva sum samkynd, haldi eg er ein tómur pástandur! Er hon samkynd? Nei.. kennir hon øll samkynd? Nei.. Munnu ikki fleiri samkynd trúgva á Guð? Munnu øll samkynd velja nakað frá fyri at kunna liva sítt lív? Munnu samkynd kenna seg annarleiðis sum menniskja, bara tí tey deila sín kærleika við ein av sama kyni? Mítt svar er nei. Men tey kenna seg settan til síðis, tá tey ferð eftir ferð renna seg í greinar, ið niðursápla og hána samkynd í Føroyum. Men her skal so eisini sigast, at eg taki hattin av fyri Katrin Hovland Petersen, tá hon sigur, at hóast hennara trúgv, so er hon fyri, at samkynd kunnu skráseta seg í parlag. Eg haldi satt at siga, at tað er imponerandi djarvt! Tað vísir, at ikki eru tað øll, ið goyma seg aftan fyri Bíbliuna, ella vera noydd at blaða upp á ávísar síður og stilla seg við halgubók í hond at døma onnur. Katrin Hovland Petersen hevur eina meining, ið er hennara egna, og tað havi eg virðing fyri.
Halda fólk veruliga, at samkynd eru sum ein drepandi sótt? Soleiðis fær Imme Dam tað í hvussu er at ljóða, tá hann stillar seg á røðarapall í Ebenezer at ráða fólki frá at fara á konsert hjá heimskenda Elton John, at lurta eftir hansara »djevulska« tónleiki, av tí orsøk, at hann er samkyndur. Hetta haldi eg vera beint út láturligt! Fólk fara á eina tílíka konsert fyri at hoyra fantastiskan tónleik, ikki fyri at dyrka seksualitetin hjá Elton John? Havi bert eitt orð at siga – Láturligt!
Er tað ov nógv at biðja um, at samkynd gjarna vilja hava rætt til skrásett paralag? Er tað so ringt at skilja, at tað er sama prinsippið, sum tá maður og kvinna vilja gifta seg? Eg hevði í hvussu er viljað, at mín maki hevði rætt til tað, eg legði eftir meg, um eg skuldi farið her frá.. Og nei, eg trúgvi ikki, at eg hevði endað í helviti, ella brent í helviti, ella hvat tað nú er, tit halda samkynd koma út fyri, tá lívið er liðugt. Tá fólk hoyra hugtakið samkynd, ja so verður beinanvegin farið á tann seksuella banan við málinum. Samkynd verða sædd sum kensluleys, áleypandi og ólekkur, ella hvat? Kærleiki er kærleiki, sjálvt um mann er samkyndur. Vit eru ikki meira enn menniskju.
Tað er syrgiligt, at vit skulu ganga og hála í flísina í eyganum hjá næsta okkara, áðrenn vit síggja trupulleikan við bjálkanum, í egnum eyga. Hvat rakar tað upprunaliga onnur, hvat vit gera við okkara egna lív? Hví hava fólk so ilt við at lata vera við at blanda seg? Og hvat er so spennandi við samkyndum, at tey skulu nevnast, hvørja ferð, okkurt er á vási? Eg skilji einfalt ikki, hvat endamálið er við at heingja tey út, ið fella uttan fyri normin, eingin er gjøgnumført lýtaleysur, ei heldur tey, ið siga seg liva fult og fast eftir Guðs orði. Vit eru øll syndarar, so tað er eingin grund at leggja samkynd undir at vera teir ringastu. Er tað veruliga so ringt at vera góð við hvønn annan? Vit liva bert eitt lív og skulu vit brúka tað upp á at stinga nasarnar í, hvat øll onnur gera, so gloyma vit okkara egna, og vit kunnu bert liva tað eina.
So fyri at taka saman um, so er boðskapurin frá mær – latið, hvønn einstakan av okkum hava nokk í okkara egnu »trupulleikum« og geva hvørjum øðrum frið at liva tað lívið, ið Guð hevur givið okkum. Til alla lukku skal eingin av okkum menniskjum dømast av heiminum, men av Guði eina, og latið so okkum hava álit á, at hann ger tað, ið gerast skal, so vit kunnu gleðast um lívið, sum jú er ein gáva frá skapara okkara. Øll eru vit skapað í hansara mynd, so latið hann sleppa at døma, og gevið teimum frið, sum tit halda oyðileggja myndina! Tí eitt er heilt vist, øll menniskju eru ikki líka sterk og tola ikki líka nógvan ágang, sum tað jú er at verða úthongdur og forfylgdur fyri t.d. sín seksualitet, og sum tað eisini stendur í skriftini, so er tungan tann limurin, sum voldir størstu sorg og skaða, og í nógvum førum er orsøkin til, at menniskju, sum fella uttan fyri normin velja lívið frá. Tí skulu vit øll ansa okkum og hugsa um, hvat tað er, vit bera fram og siga um hvønn annan, tí øll , skulu vit inn fyri dómin tann eina dag.