Einkarrætturin er brotin

Einjarrætturin á teleøkinum er nú brotin. Fyri fáum døgum síðani byrjaði Tele-Tech í Havn at bjóða út tráðleyst internetsamband og fyrstu kundarnir eru longu komnir til høldar. Thormann Kruse, stjóri, sigur, at teir hava valt at byrja í smáum, men nú er hol sett á

Menningin á teleøkinum gongur skjótt fyri seg. Í blaðnum í gjár skrivaðu vit um ein útbjóðara, sum av álvara ætlar sær at taka kappingina upp við Føroya Tele, men hesar reglurnar snúgva seg um ein útbjóðara, sum longu er farin ígongd.

Framferðarhátturin er ikki tann sami og kappingin Føroya Tele fær er í fyrsta umfari avmarkað, men tað týdningarmesta er, at teir nú fáa kapping.

Tað heldur Thormann Kruse, stjóri á TeleTech í hvussu er. Fyri nøkrum mánaðum síðani var hann tann fyrsti, sum fekk loyvið til at fara at kappast við gomlu landsfyritøkuna, og nú er hann tann fyrsti, sum hevur tikið dystin upp.


Tráðleyst samband

Í fyrsta umfari hevur Thormann Kruse valt at leggja seg eftir at bjóða kundum sínum internetsamband, sum Føroya Tele ikki bjóðar.

Kundarnir, sum keypa internetsamband frá TeleTech, keypa tráðleyst samband. Tað merkir, at teirra samband við internetið ikki fer um telefonlinjuna, men Thormann Kruse sigur, at sambandið er eins gott, um ikki betri enn internetsambandið um telefonina.

? Størsti fyrmunurin er, at brúkarin fær eitt nógv skjótari netsamband enn tað, sum Føroya Tele kann veita. Tráðleyst samband er av góðum grundum ikki ávirka av telekáplum, sum avmarkað skjótleikan í sambandinum við internetið, sigur Thormann Kruse.

Ein annan fyrimun sigur hann vera, at kundarnir av somu orsøk ikki nýtast fáa sær t. d. ISDN samband, sum eisini ger netsambandið skjótari, men sum kostar lutfalsliga nógv at nýta.


Avmarkað kapping

Nú TeleTech hevur valt at taka kappingina upp við Føroya Tele, er tað, sum nevnt í fyrsta umfari bert á internet økinum. Men Thormann Kruse sigur kortini, at tað ikki merkir, at TeleTech í framtíðini ætlar at avmarka sítt starvsøkið til bert at umfata internetið.

? Vit hava valt at byrja í smáum fyri at koma ígongd. Vit hava gjørt royndarkoyringar síðani miðjan januar mánað og tær koyringarnar eru nú lidnar. Tí valdu vit at fara til verka við hesum partinum nú, sigur Thormann Kruse.

Eitt økið, sum ikki er óhugsandi, at Tele-Tech eisini fer í holt við, er IP-telefoni, men tað verður ikki enn.

? Fyri okkum hevur tað týdning at koma ígongd við okkara virksemi, sigur Thormann Kruse.


Fyrst Havnin -

síðani bygdirnar

Sum í so mongum førum tá broytingar henda, so eru tað borgararnir í høvuðsstaðnum, sum fyrst fáa gagn av teimum. Soleiðis er eisini í hesum førinum, men stjórin í TeleTech sigur við Sosialin, at ætlanin er eisini at taka bygdirnar við.

? Vit hava sett ein POP upp hjá Rás Tórshavn og hann røkkur bara teimum brúkarum, sum liggja í Havn og her um leið, men er áhugi og undirtøka, so fara vit eisini at hyggja at bygdunum, sigur Thormann, sum leggur afturat, at næsta málið á teirra skrá er Eysturoyggin.

Støðin, sum TeleTech hevur sett upp í Havn er í fyrsta umfari tað teir kalla ein »Port of Presence« og tað er ta støðina, sum brúkararnir í Havn samskifta við. Ætlanin er eisini at seta eina servarastøð upp har, soleiðis at kundar kunnu leggja teirra heimasíður á servara hjá TeleTech, men eisini tað er nakað, sum kemur seinni, greiðir Thormann frá.

Í fyrsta umfari var ætlanin, at bjóða sjálvt internetsambandið út og tað er tað sum nú er byrjað.


Lægri prísur

Tað, sum sjálvandi hevur verið tosað um í sambandi við ein nýggjan netútbjóðara, er prísurin og her sær út til, at TeleTech stendur rættiliga væl.

Í fyrsta umfari leggur TeleTech seg eftir at fáa fatur á vinnulívskundum, og tann prísurin er, eftir tí, sum vit hava skilt, kappingarførur við tað, sum Føroya Tele bjóðar.

Fyribilsprísirnir hjá TeleTech eru lægri enn teir eru hjá Føroya Tele, bæði tá tosað verður um íbinding, rakstrargjald og til nýtslugjaldið. Og tí verður spennandi at síggja um nýggi kappingarneytin fer at hava við sær, at prísirnir hjá Føroya Tele fara at lækka.

------

Fakta um: TeleTech Sp/F

-------

Nýggjasti útbjóðarin á teleøkinum eitur TeleTech og stjóri í fyritøkuni er Thormann Kruse.

Í fyrsta umfari verður dentur lagdur á. at bjóða út tráðleyst internetsamband til fyritøkur. Nær TeleTech fer at bjóða út tráðleyst internetsamband til einstaklingar er ikki greitt.

Um ikki so langa tíð, fer eisini at vera møguligt hjá fyritøkum at keypa servarapláss á servara hjá fyritøkuni.

-------

Prísir

-------

Samanbera vit prísirnar sum TeleTech brúkar í løtuni, so er fyritøkan kappingarfør við Føroya Tele. (Prísirnir skulu kortini takast við fyrivarni!)


TeleTechFør. Tele

Stovningarkostn.20-25.00040.000

Rakstrargjald64 kb/s539

128 kb/s8341.395

256 kb/s1.126

512 kb/s1.464

Nýtslugjald pr. Mb/mánað1,25

Før. Tele:

undir 1/2 Gb/mán.2,00

1/2-1 1/2Gb/mán.1,50

meiri enn 1 1/2 Gb/mán.1,00