Hesi seinastu árini hevur tað borið til hjá føroyingum at tekna sær privatar sjúkratryggingar.
Hjá Betri Pensjón hava vit umleið 850 kundar, sum hava teknað Viðgerðartrygging. Tað ber í sær, at tey, sum verða sjúk, ella verða fyri vanlukku, fáa trygd fyri at sleppa skjótt til viðger á privatsjúkrahúsum, uttan at hugsa um bíðilistarnar hjá almenna heilsuverkinum.
Og nú Løgtingið viðger eitt uppskot um at almenna heilsuverkið skal veita øllum føroyingum viðgerartrygd, hava tryggingarfeløgini uppslýst fyri Løgtinginum, at hetta er eitt tilboð, einir 1000 føroyingar hava tikið av.
Tað ber til at tekna privata sjúkratrygging fyri seg sjálvan, ella fyri húskið, men tað ber eisini til hjá arbeiðsplássum, fakfeløgum, og øðrum, at tekna felags viðgerðartryg fyri starvsfólkið, ella limirnar. Og tilsamans eru tað einir 1000 føroyingar, sum eru umfataðir av eini privatari viðgerðartrygging.










