Seinnu árini hevur nógv sethúsabygging verið í Sjóvar kommunu, og alt bendir á, at áhugin heldur fram.
Fyrr í vikuni vórðu eini tvíhús reist við Hálsatjørn á Strondum, sum er nýggja og attraktiva byggiøkið í kommununi.
Tað eru Sp/f Byggiráð, sum byggja húsini. Ætlandi verða tey liðug í 2022, og tá verða tey sett til sølu alment.
Á heimasíðuni hjá Sjóvar kommunu síggjast fleiri myndir av húsunum.
- Vit ynskja Sp/f Byggiráð hjartaliga tillukku við reistu tvíhúsunum, siga tey í Sjóvar kommunu í dag.
##med2##