Eingir pengar til bjálving

Tað nyttar lítið hjá pensjónistum at søkja um bjálvingarstuðul, ynskja teir at umvæla síni hús. Bjálvingargrunnurin er langt síðan tómur, og Húsalánsgrunnurin, sum umsitur grunnin, hevur nærum 50 ferðir verið noyddur at vísa umsøknum frá sær, tí eingir pengar eru at taka av.

Seinnu árini hevur Bjálvingargrunnurin verið ein góðum møguleiki hjá pensionistum, tá tey hava skula umvælt og bjálvað sær húsini. Grunnurin hevur latið upp til 80.000 krónur í rentu- og avdráttarfríum láni til at bjálva húsini, m.a. at skifta vindeygu, klædning ella tak. Hesin møguleiki hevur givið pensjónistum, ið kanska ikki hava so nógvar pengar um hendi, ein møguleika at bøta um tíðum gomlu og lítið bjálvaðu hús teirra. Skipanin virkar á tann hátt, at lánið fellur ikki til gjaldingar, fyrr enn pensjónisturin er farin úr húsunum, antin á ellis- og røktarheim, ella er deyður.
Av tí at tørvurin hevur verið stórur, og tað tíðum hevur gingið leingi frá at pengarnir eru latnir úr Bjálvingargrunninum, til teir koma innaftur, hava undanfarin ár pengar verið settir av á fíggjarlógini. Seinast var í 2000, tá stívliga sjey milliónir krónur vóru settar av til bjálvingarstuðul, umframt tvær milliónir krónur til orkusparandi tiltøk, tvs. pengar til at skifta hitaketil, oljufýr, oljutanga, komfýr osv.
Men síðan hevur grunnurin onga játtan fingið, og tíðliga í ár var grunnurin tómur. Jóannes Dalsgarð, stjóri í Húsalánsgrunninum, sum umsitur Bjálvingargrunnin, sigur, at umsøknir, sum annars lúka treytirnar, eru gingnar á møti, so leingi pengar vóru í grunninum, men tá eingir pengar vóru eftir, bar ikki til at játta bjálvingarstuðul. Tó er so, at um játtanin av einhvørjari orsøk ikki er brúkt eftir hálvum ári, fellur hon aftur í Bjálvingargrunnin, og tað gevur rúmd fyri at ganga aðrari umsøkn á møti. Jóannes Dalsgarð sigur, at onkur umbøn var gingin á møti tíðliga í ár, men í langa tíð hevur ikki borið til at játta pengar úr grunninum.

Noktandi svar
Vanliga fær Bjálvingargrunnurin millum 100 og 120 umsøknir um stuðul árliga, men í ár hevur talið verið nakað lægri. Ein uppgerð vísir, at til og við september mánað høvdu 38 umsøknir um bjálvingarstuðul fingið noktandi svar, tí ongir pengar eru tøkir. Og ein meting hjá Húsalánsgrunninum sigur, at væntandi eru umleið 10 umsøknir um stuðul komnar afturat, tá árið er av.
Spurningurin er so, hvørt fólk lata vera við at søkja, tí tey frammanundan vita at eingir pengar eru at tøkir, ella tí at komið er so langt við at bjálva gomlu húsini, at tørvurin á Bjálvingargrunninum er minkandi.

Flytast yvir í Húsalánsgrunnin
Í Trivnaðarmálaráðnum verður arbeitt við at broyta lógina, so Húsalánsgrunnurin sjálvur skal fíggja bjálvingarstuðulin, heldur enn at lata pengar úr landskassanum. Men einki uppskot er tó á veg enn, og tískil mugu pensjónistar, ið kundu hugsað sær at søkt um bjálvingarstuðul, brynja seg við toli.
Jóannes Dalsgarð, stjóri í Húsalánsgrunninum, sigur, at tað er ein politiskur spurningur, hvørt man ynskir at Húsalánsgrunnurin skal fíggja Bjálvingargrunnin. Hann vísir tó á, at meðan bjálvingarstuðulin er eitt rentu og avdráttarfrítt lán, ofta í nógv ár, skal Húsalánsgrunnurin tryggja sær, at pengarnir, ið grunnurin lænir, koma innaftur og helst forrenta seg eftir ávísum áramáli.
Skuldu tær 48 umsøknirnar um bjálvingarstuðul, ið væntandi eru komnar við árslok, verið gingnar á møti, hevði tað »kostað« 3,8 milliónir krónur. Eins og í ár og í fjør eru heldur eingir pengar settir av á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2003 til Bjálvingargrunnin.