Eingir pengar at jagstra sjórænarar fyri

Grikska stjórnin ger alt fyri at halda treytina frá evrulondunum og Altjóða Gjaldoyragrunninum um at spara tað, sum sparast kann. Ger hon ikki tað, fær hon ongan hjálparpakka, og so fer Grikkaland á húsagang.

Tað seinasta sparistigið hjá griksku stjórnini er at senda boð eftir teimum griksku herskipunum, sum hava verið við í herskipadeildini, sum verjir handilsskip ímóti sjórænarum í Infiska Havinum.

Verjumálaráðið í Athen tók avgerðina fyrr í vikuni, og sambært tíðindastovuni eurobserver.com sparir grikska stjórnin 7,5 milliónir evrur um árið við at taka skipini heim.