Eingir nýggir Tour de France vinnarar

UCI, sum er altjóða súkklufelagsskapurin, váttar nú, at tey ikki fara at velja ein nýggjan vinnara av Tour de France frá árunum 1999 til 2005, ið er tíðarskeiðið, har tann nú dopingdømdi Lance Armstrong vann.

 

Kjakast hevur verið, um felagsskapurin skuldi kjósa aðrar súkklarar, sum vóru við í Tour de France hesi árini, men hetta verður av ongum.

 

- Vit hava tikið avgerð um, at einki verður gjørt við plaseringarnar, eins og eingir nýggir vinnarar verða funnir í árunum 1999 til 2005, skrivar UCI.

 

Mánadagin misti Lance Armstrong alment allar sínar sigrar frá august mánaði 1998 og fram til 2005.

 

Lance Armstrong hevur nú fingið lívlanga karantenu fyri at hava nýtt doping ein stóran part av tíðini, tá hann súkklaði.