Eingir brasiliumenn millum teir fyrstu hjá B68

Nýggju spælararnir hjá Skála vóru ikki serliga eyðsýndir, og hjá B68 vóru tveir av trimum brasiliumonnum ikki við á Skála

ÚTLENDSKIR SPÆLARAR

Fimm útlendskir spælarar vóru millum teir fyrstu 22 á Skála mikukvøldið. Á heimaliðnum vóru tríggir rumenar ? Eugen Voda í málinum, Gigi Callo á miðvøllinum og Alexandru Gabor í álopinum. Hjá B68 var Michal Kokoszanek úr Póllandi í málinum, og Morten Skytte úr Danmark var í álopinum.
Í 2. hálvleiki komu tveir útlendingar afturat á vøllin. Anders Nygaard, sum ikki hevur spælt við B68, síðani hann var skaddur í heimadystinum ímóti KÍ 26. mai, avloysti landsmannin í álopinum, og Marlon Jorge úr Brasilia, kom inn á B68 miðvøllin fyri Boga Petersen. Bogi hevur ikki verið ofta millum teir fyrstu ellivu hjá B68, men hann stóð seg væl.
Merkisvert var tað, at Marcello Marcellino og Messias Perreira ikki vóru í hópinum hjá B68. Teir vóru avsettir. Marcello hevur verið nógv skaddur í ár, meðan Messias hevur verið drúgvur í miðverjuni. Síðani 1999 hava fleiri brasiliumenn verið á Toftum, og hetta var fyrsta ferðin hesi fýra kappingarárini, at eingin úr landinum hjá nýggju heimsmeistarunum í fótbólti var millum teir fyrstu ellivu hjá B68.
Í leikskránni varð spurningurin um fremmanda arbeiðsmegi á Skála viðgjørdur. Har vóru tey skilagóðu orðini søgd, at um nøkur meining skal vera í at fáa útlendingar henda vegin, so skulu teir vera væl betri enn føroysku spælararnir. Tí er ikki annað enn rímuligt, at fremmandu menninir verða ? um tað ber til at siga tað soleiðis ? vigaðir á einari aðrari vekt enn føroysku spælararnir.
Teir báðir málverjarnir áttu lut í einum máli í part. Annars stóðu teir væl. Úti á vøllinum var tað týðuligt, at Anders Nygaard er sannur fongur hjá B68. Hann spældi ein hálvan tíma, hann skoraði fyrstu ferð hann nært bóltinum, og hann var støðug hóttan. Innleggini hjá Øssuri Hansen og Arnoldi Joensen gerast hópin meiri vandamikil, tá Anders er í B68 álopinum, enn tá hann ikki er har. Bæði í luftspælinum og á jørðini er hann ein knassi.
Nýggju rumensku spælararnir hjá Skála skulu ivaleyst hava longri tíð til at venja seg við viðspælararnar, undirlagið og kringumstøðurnar annars. Hesa ferð megnaðu teir ikki at hevja seg uppum skálamenninar.