Eingin vón fyri Kringvarpinum

Sum eitt beinleiðis úrslit av ringu støðuni og ringu útlitunum fyri Kringvarpið hevur tekniski leiðarin í Kringvarpinum sagt seg úr starvi

Sum eitt beinleiðis úrslit av ringu støðuni og ringu útlitunum fyri Kringvarpið hevur tekniski leiðarin í Kringvaprinum sagt seg úr starvi

 

– Tekniska grundarlagið undir Kringvarpinum er burtur, og stovnurin er langt afturút tekniskt.

 

Tað sigur Hans Andor Johannesen, sum hevur sagt seg úr starvi sum tekniskur leiðari hjá Kringvarpi Føroya:

 

– Eg kann ikki standi inni fyri at leggja so stórar arbeiðsbyrðar á fólkið, sum má til, tá tað soleiðis verður drivin rovdrift upp á fólkið, sigur Hans Andor Johannesen.

 

Hann sigur, at Kringvarpið manglar fólkaresursir. Tað sær ikki út sum um at nøkur loysn er í eygsjón.

 

– Kringvarpið koyrir bara ein veg, og tað er niðureftir, og tí havi eg valt at fara í annað starv, sigur Hans Andor Johannsen, sum byrjar í starvi sum ráðgevi hjá Steingrund Akustik.