Nú fáir sessir eru eftir at telja upp kann staðfestast, at eingin fær ein einsamallan meirluta í Westminster.
Theresa May útskrivaði val fyri nøkrum vikum síðani, tí hon ynskti eina sterkari stjórn, ið frameftir skuldi samráðast við ES um mannagongdina at fara úr felagsskapinum.
Sum sagt so er uppteljingin ikki liðug enn, men Konservativi flokkurin hevur higartil 309 sessir og Labour hevur 258 sessir. Forsøgnin nú sigur, at endaliga býtið verður 318 til Konservativa og 262 til Labour.
SNP úr Skotlandi hevur higartil fingið 34 sessir og Liberalu Demokratarnir hava fingið 12.
Tað er ein møguleiki, at Konservativi fer at hava DUP sum stuðulsflokk í eini minnilutastjórn og á tann hátt halda fram. Lítið annað tykist sannlíkt, tí Liberalu Demokratarnair hava avsanna, at tey eru áhugaði í eini samgongu av nøkrum slag. Labour og SNP kundu eisini hugsjónarliga havt eitt samstarv, men flokkarnir hava ikki nóg mikið av atkvøðum tilsamans.
Tað er lítið at ivast í, at Theresa May er komin undir stórt trýst eftir at flokkurin er tódnaður eftir valið. Fyri nøkrum vikum síðani var flokkurin eini 15% frammanfyri Labour í veljarakanningum.
Jeremy Corbyn hevur eisini heitt á Theresu May um at leggja frá sær, tí úrslitið vísir, at álitið er farið millum veljararnar. Theresa May sigur hinvegin, at Bretland hevur brúk fyri eini støðufesti nú og at núverandi kósin heldur fram.