Eingin verjir Havnina

Hví standa tingfólk úr Suðurstreymoy ikki saman og verja borg, spyr býráðslimur, nú fíggjarlógin er til viðgerðar í tinginum.

Tað er komið dátt við hjá mongum, at einans 2,5 milliónir krónur eru settar av til nýggja innkomuvegin til Havnar á fíggjarlógini fyri komandi ár - og einki fyri 2019 og 2020.

 

Vegurin fer væntandi at kosta 250 milliónir krónur, harav landið skal rinda bróðurpartin, men hóast hann eftir ætlan skal vera liðugur í 2020, ætlar Føroya Landsstýri einans at játta 2,5 milliónir krónur komandi trý árini.

 

Helena Dam á Neystabø, tingkvinna og býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, hevði hug at geva Anniku Olsen, borgarstjóra, skyldina fyri, at so lítið var sett av til innkomuvegin, tá hon hevði orðið í tinginum í gjár. Hon róði upp undir, at tað var avgerðin hjá Anniku Olsen um at kanna møguleikan fyri einum tunli heldur enn nýggjum innkomuvegi, sum órógvaði.

 

Í lesarabrævi í gjárkvøldið svaraði Annika Olsen, at einasta avtalan sum fyriliggur millum býráðið og landið, er avtalan, sum Heðin Mortensen gjørdi við Henrik Old og Landsverk. Tann avtalan er galdandi enn og sambært henni skal vegurin vera liðugur í 2020, sigur hon.

 

Nú hevur partamaður hennara, Bogi Andreasen eisini lagt upp í. Hann sóknast eftir, at tingmenn úr Suðurstreymoy standa saman um økið, á sama hátt sum tingmenn úr øðrum landspørtum. 

 

- Men tað sum undrar okkum er, at í einum so týdningarmiklum máli, at ongi tingfólk úr Suðurstreymi ressast. Hví standa tit ikki saman og verja Havnina og verja borg? Somuleiðis skal tað eitast, at borgarstjórar kring landið verða noyddir at sita í tinginum til tess at verja tey kommunalu áhugamálinum, men hvar eru teirra røddir nú, spyr hann.

 

Bogi Andreasen nevnir bæði málið um innkomuvegin og um ætlanirnar hjá landsstýrinum, um at kommunurnar skulu rinda fyri øktu játtanina til fyritíðarpensjónistarnar.

 

- Hetta er ófrættakent og fer út um øll mørk av frekleika, sigur hann og vísir á, at hetta væntandi fer at kosta Tórshavnar kommunu 10 milliónir krónur ella eitt fjórðings skattaprosent. 

 

Viðvíkjandi innkomuvegnum skrivar hann:

 

– Hetta er ein katastrofa og kann als ikki góðtakast. Tað skal vera okkara vón, at tingfólk úr Suðurstreymi vakna og gera vart við hetta órættvísi, sum verður gjørt bæði ímóti Havnini og mótvegis teimum føroysku kommununum. 

 

Les lesarabrævið hjá Boga Andreasen her.