Eingin varð skiftur út

Øll leiðslan í Javnaðarflokkinum er óbroytt eftir landsfundin um vikuskiftið

Frá vinstru eru tað Petu Páll Mikkelsen, skrivari, Jóna ólavsdóttir, onnur næstforkvinna, Djóni Nolsøe Joensen, fyrsti næstformaður, Aksel V. Johannesen, formaður og Hans Jørgensen, orðstýrari á landsfundinum

Tað er greitt, at leiðslan í Javnaðarflokkinum verður tann sama hetta næsta árið, sum hon hevur verið hetta farna árið.  Tað er niðurstøðan eftir landsfundin í Sørvági um vikuskiftið. Har var nevndarval á skránni, men úrslitið er, at núverandi floksleiðsla var einmælt afturvald – og tað var heldur ikki nakar, sum bjóðaði teimum av, og stillaði upp ímóti teimum.

 

Sostatt er floksleiðslan enn soleiðis mannað, at Aksel V. Johannesen er formaður, Djóni Nolsøe Joensen er fyrsti næstformaður, Jóna Ólavsdóttir er onnur næstforkvinna og Petur Páll Mikkelsen er floksskrivari.

 

Í starvsnevndini sita harafturat:

 

Gunnvá Tróndardóttir Joensen fyri Norðoyggjar.

 

Sunneva Lambavík fyri Eysturoy.

 

Hans Pauli Strøm fyri Norðstreymoy.

 

Bergur Dam fyri Suðurstreymoy.

 

Edvard í Skorini Joensen fyri Vágar.

 

Gudny Diana Hentze fyri Sandoynna.

 

Jens Arni Leo Hammerfoss fyri Suðuroyar norðaru helvt.

 

Levi Mørk fyri Suðuroyar syðru helvt.

 

Herborg H. Gaardlykke fyri SU, sum er ungdómsfelagið hjá Javnaðarflokinum.

 

Frá vinstru eru tað Petu Páll Mikkelsen, skrivari, Jóna ólavsdóttir, onnur næstforkvinna, Djóni Nolsøe Joensen, fyrsti næstformaður, Aksel V. Johannesen, formaður og Hans Jørgensen, orðstýrari á landsfundinum