EIn semja uttan vinnarar.
Tað er skoðsmálið, Heðin Mortensen, borgarstjórin í Havn og formaður í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum gevur semjuni, sum í kvøld er gjørd við Pedagogfelagið.
- Lønarbroytingin er stórt sæð tann sama, sum stóð Pedagogfelagnum í boði upprunaliga, og avtalan um fyrireikingartíð er at kalla tann sama, sum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið beyð teimum, sigur Heðin Mortensen, formaður í KAF, sum fegnast um semjuna, men sum ikki metir, at nakar vinnari var í hesum stríðnum.
Heðin Mortensen fegnast um, at ein loysn er funnin á trætuni, og at viðurskiftini nú verða normaliserað aftur, nú fólk fara aftur til arbeiðis í morgin og stovnarnir aftur fáast at virka sum vanligt.










