? Felagsskúlin á Oyrabakka er eingin forðing fyri at Kollafjørður og Havnin leggja saman. ? Tvørturímóti fer tað at geva okkum, sum eftir eru, aðrar møguleikar, um kollafjarðarbørnini fara til Havnar.
Jógvan Mørkøre í Hósvík, sum er stýrislimur í skúlanum er ikki samdur við býráðsformannin í Havn, sum heldur, at ein tann størsti trupulleikin at loysa í sambandi við at Kollafjørður og Havnin eigur at leggja saman.
Leivur Hansen førdi fram, at Kollafjørður betalti 800.000 til Felagsskúlan á Oyrabakka, og hann helt, at vansi var fyri, at tað fór at taka fíggjarliga grundarlagið undan skúlanum, um Kollafjørður fór burturúr samstarvinum.
Ongin vandi
Men har er ongin vandi, sigur Jógvan Mørkøre.
Hann sigur, at tað er rætt, at Kollafjørður betalir 800.000 til skúlan.
? Men av tí betalir skúlin 250.000 krónur fyri at koyra kollafjarðarbørn í og úr skúla.
? Tær 550.000 krónurnar fara vit fimm kommunur, sum eftir í samstarvinum, at klára, heldur hann.
Hann sigur, at eftir hansara tykki verður tað ein fyrimur um børnini í Kollafjørði flyta til Havnar.
? Skulu bygdaskúlarnir lúka tey krøv, sum nýggja fólkaskúlalógin áleggur teimum um fleiri tilboð til næmingarnar, verður neyðugt at byggja skúlarnar út.
? Men fara kollfirðingarnir til Havnar, sleppa vit undan tí. Tá kunnu nógvir trupulleikar loysast, og nógvir pengar sparast við t.d. at flyta onkrar av teimum eldru flokkunum í barnaskúlanum til Oyrabakka, saman við framhaldsdeildini.
Verri við IRF
Hinvegin heldur Jógvan Mørkøre, at tað er ein størri trupðulleiki, at grundarlagið verður máað undan IRF.
? Tað vísir seg, at jú meiri verður lagt saman, tess meiri skyldur koma at áleggja teimum lítlu kommununum.
? SKulu vit tosa um samanlegging, kundi verið hóskandi at byrja við at lagt IRF og KOB saman, so at Havnin fekk alt at brenna, tey kundu, so hitin kundi verið útnyttaður, heldur enn at fara upp í tað bláu luft á hagaleiti í Leirvík